Frakland hevur nú biðið um fund í ST-trygdarráðnum um støðuna í Libanon.
Tað sigur uttanríkisráðið í landinum sambært tíðindastovuni, AFP.
Fyrr í dag boðaði Ísrael frá, at landið fer at herða álopini á Libanon.
Ísraelski herurin sigur seg hava tikið seg framvið hernaðarliga týdningarmiklu Litani-ánni.
Norski uttanríkisráðharrin sigur við NRK, at støðan í Libanon er álvarslig.
- Ísraelsku atgerðirnar í landinum kunnu vera í stríð við fólkarættin, leggur norski uttanríkisráðharrin aftrat.











