Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vóru í leiki í dag.
Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge helt málið reint, tá lið hansara, Strømsgodset á útivølli vann stórsigur 5-0 á Egersund.
Føroyavinurin, Sebastian Pingel skoraði tvey mál undan steðginum, og seinasta korterið av dystinum skoraði Herman Stengel tvær ferðir fyri Strømsgodset. Fredrik Ardraa slapp at enda málveitsluna í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Strømsgodset er fremst í deildini við 23 stigum. Kongsvinger hevur sama stigatal, men Strømsgodset hevur betri málúrtøku.
Gullbrandur í Horni Øregaard var sum vant liðskipari, og Olaf Bárðarson var á vøllinum í 60 minuttir, tá Sandnes ULF var fyri greiðum tapi á útivølli.
Á Tróndheimar-leiðini tapti Sandnes ULF 1-5 fyri gamla liðnum hjá Áka D. Samuelsen, Ranheim. Longu eftir 24 minuttirs spæl var heimaliðið á odda 3-0. Andreas Rosendal Nyhagen minkaði um munin til 3-1, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, men heimaliðið svaraði aftur og økti til bæði 4-1 og 5-1.
Sandnes ULF er nummar 11 í deildini við 10 stigum.











