Frakland hevur noktað at geva til hvalastríðsmanninum Paul Watson politiskt friðskjól. Hann óttast fyri at verða útflýggjaður til ákæru í Japan, um hann kemur heim aftur til USA ella Kanada.
Ofpra, sum er myndugleikin, sum viðger umsóknir um friðskjól í Fraklandi, heldur, at óttin hjá Watson er ógrundaður. Hetta veit AFP at siga.
74 ára gamli Watson, sum er amerikanskur og kanadiskur ríkisborgari, sigur við AFP, at hann er vónbrotin av avgerðini hjá Ofpra.
Watson varð handtikin í Grønlandi í juli í fjør við støði í einum japanskum handtøkuboðum.
Hann varð varðhaldsfongslaður í fongslinum í Nuuk í meira enn fýra mánaðir, áðrenn danska løgmálaráðið í desember tók avgerð um ikki at útflýggja hann til Japan.
Advokaturin hjá Watson, Emmanuel Ludot, sigur, at Paul Watson framvegis er í vanda orsakað av japansku handtøkuboðunum.
Tí er hann vónbrotin av, at Ofpra noktar politiskt friðskjól.
- Frakland ger sær ikki nakran heiður við at nokta Paul Watson politiskt friðskjól, sigur Emmanuel Ludot við AFP.
- Japan heldur síni altjóða handtøkuboð, so hann er framvegis í vanda, hvar hann fer, sigur hann.
Málið millum Japan og Watson stavar frá 2010, tá Watson sambært japanskum myndugleikum hjálpti til við at skaða eitt hvalaveiðuskip og forða hvalaveiðumonnum í at gera sítt arbeiði.
Í juli tók løgreglusamstarvsstovnurin Interpol burtur "reyðu fráboðanina", sum hevði verið á Watson, soleiðis at løgreglumyndugleikarnir kring heimin ikki longur verða eggjaðir til at handtaka hann.
/Ritzau/