Í gjár var tað Áron Vest í Klaksvík, sum segði seg ikki kunna vera limur longur í Sambandsflokknum, tí at eitt tingfólk floksins var við til at leggja fram uppskot um fría fosturtøku á ting.
Og í dag er tað fyrrverandi tingkvinnan hjá Sambandsflokkinum, Edva Jacobsen í Fuglafirði, sum eisini hevur meldað seg úr sínum gamla flokki.
Hon hevur skrivað til flokkin og meldað seg út. Hon sigur, at hon hevur stillað upp fyri flokkin síðani 2001 og altíð verið sambandskvinna við stóra S, og at hon frá í dag at rokna ikki er limur í flokkinum.
– Eftir at tað er vorið greitt, at ein í Sambandsflokkinum er uppskotsstillari í málinum um fría fosturtøku, so er komið at mørkum hjá mær persónliga, sigur Edva Jacobsen, sum altso ikki longur er limur í Sambandsflokkinum.