Við sínum 33 árum og 107 landsdystum verður Vieira annars roknaður millum stuðulsspælararnir hjá Fraklandi. Og seinastu nógvu dystirnar hevur hann eisini borið liðskiparabindið, tá hann hevur verið við.
Í Inter hevur hann tó havt trupult við at finna vanliga stórformin, og tað hevur kostað, nú Raymond Domenech skuldi gera av, hvørjar hann vildi hava við sær til teir báðar altavgerandi dystirnar móti Írlandi.
Samlaði vinnarin av teimum báðum uppgerðunum sleppur við til HM-endaspælið í Suðurafrika, so talan er um óhugnaliga týðandi uppgerðir hjá fronsku varaheimsmeistarunum.
Tann 14. november spæla liðini í Írlandi og fýra dagar seinni eru returuppgerð í Fraklandi. Hópurin er hesin:
Málverjar: Cedric Carrasso (Girondins Bordeaux), Hugo Lloris (Olympique Lyon), Steve Mandanda (Olympique Marseille)
Verja: Eric Abidal (Barcelona), Aly Cissokho (Olympique Lyon), Patrice Evra (Manchester United), Julien Escude (Sevilla), Rod Fanni (Stade Rennes), William Gallas (Arsenal), Bacary Sagna (Arsenal), Sebastien Squillaci (Sevilla)
Miðvøllur: Abou Diaby (Arsenal), Alou Diarra (Girondins Bordeaux), Lassana Diarra (Real Madrid), Yoann Gourcuff (Girondins Bordeaux), Moussa Sissoko (Toulouse), Jeremy Toulalan (Olympique Lyon)
Álop: Nicolas Anelka (Chelsea), Karim Benzema (Real Madrid), Andre-Pierre Gignac (Toulouse), Sidney Govou (Olympique Lyon), Thierry Henry (Barcelona), Florent Malouda (Chelsea), Loic Remy (Nice).