Omar bin Laden, sum er sonur dripna al-Qaeda-leiðaran, Osama bin Laden, er biðin um at fara úr Fraklandi.
Tað segði franski innanríkisráðharrin, Bruno Retailleau, í dag.
43 ára gamli Omar bin Laden er føddur í Saudi Arabia, men hevur eisini búð í Sudan og Afganistan. Hann fór frá pápa sínum sum 19 ára gamal og búsettist seinni í Normandínum í Norðurfraklandi og fór at mála.
Sambært Retailleau búði hann her í Orne saman við bretskari konu.
Men sambært innanríkisráðharranum í Fraklandi "deildi Omar bin Laden uppsløg, sum tala fyri yvirgangi" á sosialu miðlunum í 2023, og hann er tí útvístur.
- Dómstólarnir hava staðfest lógligheitina í hesi avgerð, sum varð tikin við støði í tjóðartrygdaráhugamálum, sigur Retailleau.
Innanríkisráðharrin sigur eisini, at hann hevur skrivað undir forboð móti, at Omar bin Laden "kemur aftur til Fraklands av einari og hvørjari orsøk".
Tað fekk nógva umtalu í fjølmiðlunum, tá tað í 2007 varð staðfest, at Omar bin Laden giftist við bretsku kvinnuni, Jane Felix-Browne.
Felix-Browne var omma, hevði verið skild fimm ferðir og er yvir 20 ár eldri enn Omar bin Laden.
Eftir at hava gift seg, tók hon navnið Zaina Mohammed.
Omar bin Laden royndi at sleppa at búgva í Bretlandi, men bretskir myndugleikar noktaðu.
Pápi Omar bin Laden, Osama bin Laden, varð dripin av amerikanskum deildum í Pakistan í mai 2011.
Fyrrverandi leiðarin í al-Qaeda, sum skipaði fyri álopunum á USA 11. september 2001, verður hildin at hava fingið fleiri enn 20 børn.
Ritzau/AFP