Bakaríið Mylnan flytur nú framleiðsluna av bakstri úr Berjabrekku í Havn, har bakaríið og handil halda til nú, til handilsmiðstøðina Miðlon á Hoyvíksvegi, sigur Niels Mortensen, stjóri í Mylnuni.
- Har eru nógv betri umstøður og stórri øki enn vit hava nú, sigur Niels Mortensen.
Baksturin kann tó enn keypast í handlinum í Berjabrekku inntil dyrnar verða latnar aftur fyrst í apríl mánaði í komandi ári. Enn er tó óvist hvagar handilin flytur tá, sigur Niels Mortensen.