Framsýningar hjá Støkk

Árligu framsýningarnar hjá Fimleikafelagnum Støkk vera komandi vikuskifti í ítróttarhøllini í Runavík. Á skránni eru umframt vanligu liðini hjá Støkk, eisini fimm úrvalslið, sum øll hava ella fara at kappast í estetiskum fimleiki. Harumframt verður amboðsfimleikur á høgum støði at síggja. Fimleikararnir hava vant allan vetur, og eru tí sera spentir at sleppa at vísa síni kynstur fram.
Fimleikafelagið Støkk er í støðugum vøkstri, og tí hevur felagið avgjørt at hava tvær ymiskar framsýningar í ár. Hin fyrra verður leygardagin 1. apríl kl. 17:00, og tá fara yngru liðini at framføra. Seinna framsýningin við eldru liðunum verður sunnudagin 2. apríl kl. 17:00.
Meðan framsýningarnar eru, verður stórt páskatombola í gongini, har ymiskt páskaprýði og páskaregg vera at vinna. Møguleiki verður eisini at keypa sær ein kaffimunn og okkurt gott afturvið.
Fimleikararnir gleða seg til framsýningarnar, og øll í Støkk vóna at síggja bæði systkin, foreldur, ommur og abbar, vinir og kenningar, og øll onnur fimleikaáhugað í ítróttarhøllini í Runavík 1. og 2. apríl.