Á fimta sinni stillar nýggjast flokkurin í Løgtinginum upp til løgtingsvalið 26. mars, og í hesum sambandi hevur flokkurin boðið til tíðindafundar á Hotel Hafnia í dag klokkan 14, har flokkurin fer at leggja fram valskrá sína.
Undan Framsókn hava Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin lagt fram sínar valskráir.
Framsókn stillaði upp á fyrsta sinni til løgtingsvalið í 2011. Tað var Poul Michelsen, løgtingsmaður, sum tá var farin úr Fólkaflokkinum, sum tók stig til flokkin. Saman við Poul Michelsen var eisini Janus Rein valdur. Hann fór seinni úr flokkinum og fór upp í Fólkaflokkin.
Á valinum í 2015 vóru Poul Michelsen og Hann Jensen vald á ting. Flokkurin kom í samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Tá kom Ruth Vang á ting sum fast varafólk fyri Poul Michelsen, sum gjørdist landsstýrismaður.
Í 2019 vóru Bjarni Kárason Petersen og Poul Michelsen valdir. Tá Poul Michelsen seinni segði tingsessin frá sær, kom Ruth Vang inn sum tingfólk í staðin.
Á valinum í 2022 vórðu Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen og Sólvit Nolsø vald á ting. Flokkurin kom aftur í landsstýri, og fekk tvey landsstýrisfólk, Ruth Vang og Bjarna Kárason Petersen. Nú komu eisini tvey varafólk í tingsessirnar fyri landsstýrisfólkini, tey vóru Karlot Hergeirsson og Hanna Jensen. Nú hevði flokkurin fimm virknar politikarar. Men tá aðaráðini vórðu skorin úr 9 niður í 6 1. desember mist Framsókn eins og hinir flokkarnir í samgonguni ein landsstýrissess. Tað var tann hjá Bjarna Kárason Petersen, sum tí fór aftur í Løgtingið.
Nú skal Framsókn royna seg á fimta sinni á einum løgtingsvali. Hvussu flokkurin ætlar at vinna valið frætta vit nærri um seinnapartin í dag.










