Framtíðar oljuvinna í Føroyum

Tað hevur fyrr verið skrivað um oljuvinnu í Føroyum og hvar ein fanst harðliga at, at fólk innan tað almenna og land og kommunu, ríki og tað privata, sum skuldu røkja síni dagligu arbeiði og størv, tóku lut í oljuráðstevnum og fundar- og skeiðvirksemi í Føroyum og uttanlands.

Tað hevur eisini verið gjørt vart við, at tað hvørki skulu vera danir ella norðmenn ella hetlendingar ella skotar, ið skulu avgera, hvussu ein føroysk oljuvinna verður skipað í Føroyum, tí føroyingar skulu við oljufyrisiting stýra allari oljuvinnu í Føroyum. Tað skal eisini verða gjørt vart við, at hetta er eisini galdandi fyri øll tey oljusamtøk, sum taka seg upp í leitingarumfarinum og hvørs stórur áhugi er fyri og hvørs nógv ríkidømi man finnast í undirgrundini, ið dult verður fyri føroyingum av teimum.

Tað er tí, at føroyingar ikki duga at lesa seismikk kanningarúrslit, sum geva teimum fyrimunir, sum ein vísir til, tá ið øll oman fyri nevndu vilja sleppa upp í eitt føroyskt oljuævintýr undir Føroyum, so vit føroyingar skulu vera varin, so vit ikki missa tamarhaldið á okkum

Tað eru føroyingar og føroyskt vinnulív, sum skulu vera við í framtíðar oljuvinnu í Føroyum, sum vit hava fyrireikað okkum til hesi seinastu árini. Vit skulu ikki hava fremmanda arbeiðsmegi inn í landið at oyðileggja arbeiðsmarknaðin í Føroyum.

Tað hevur avgerandi týdning, at føroyingar og føroyskt vinnulív gera sær greitt: vit kunnu sjálvandi læra av royndum hjá teimum oman fyri nevndu, sum kunnu veita hjálp og ráðgeving til at byggja upp eina framtíðar oljuvinnu í Føroyum, sum vit hava fyri neyðini.

Tað skulu ikki vera kommunal- og landspolitikarar, ið avgera, hvar oljuhavvnir og útgerðarhavnir koam at liggja í Føroyum. Tað skulu oljufeløgini og oljusamtøk vísa okkum á. Talan verður sostatt ikki um fleiri slíkar oljuhavnir og útgerðarhavnir í Føroyum. Tað skal eisini gerast greitt, at avbygdar- og býarkommunur hava ikki somu fortreytir og grundarlag sum Havnin/Suðurstreymoy at bjóða fasilitetir og tænastur Slíkt eiga tit avbygdar- og býarkommunur at fáa skapt úti um landið, skulu tit vera við í einum oljuævintýri, sum menn droyma um kring alt landið. Tað at øll almenn og lands og ríkis og privatu fyrisitingarstovnar liggja í Havn/Suðurstreymoy, fáa allar avbygdar- og býarkommunur fyrimunir av, tá ið avbygdar- og býarfólk ferðast ímillum bústaðir og arbeiðir og størv í miðstaðarøkjum, tá ið inntøkur/ samsýningar verða goldin hjá tykkum.

Tað er nógv fyri, at avbygdar- og býarkommunal og landspolitikarar ikki hyggja at, hvussu vit høvdu partar av almennari, lands, ríkis, privatu, fyrisitingar/ stovnar skipaðar kring landið, áðrenn miðsavnanin byrjaði her í miðstaðarøkinum Havn/Suðurstreymoy, sum tit finnast at. Tað er eisini nógv fyri, at tit ikki kunnu síggja tær kreppur og trupulleikar, tit dagliga skapa her í miðstaðarøkjum sum Tórshavnar Býráð og Tórshavnar Kommuna dagliga stríðast við og hvørs tit hava fleiri fyrimunir í dag fram um havnarborgarar, sum ein hevur nevnt í lesarabrøvum. Tað er eisini so, at avbygdar- og býarkommunur sleppa eisini undan at loysa teir sosialu trupulleikar, ið tykkara borgarar hava og skapa okkum her í miðstaðarøkinum. Hví vilja tit ikki síggja slíkt í eyguni, at tit dagliga gera so nógvum havnarfólki órætt, sum tit ikki kunnu vera fyriuttan? Tað er tikið við í samgonguskjalið at fáa skipað økismenning, t.v.s. at vit kundu gjørt sum fyrst í 70-árunum at fingið deildir/eindir sett á stovn úti í teimum størru bygdum og býum kring alt landið, tí so kundu tit greitt viðurskiftini í økjunum ístaðin fyri at leita til Havnar. Tað skal eisini verða sagt, at høvuðsstaðurin er við til at skapa tykkum framburð, menning, trivnað, klára tit avbygdar- og býarkommunur at skapa fortreytir og grundarlag, so at avbygdar- og býarfólkið kann flyta út aftur og taka við tí virksemi, hvørs fólk leggja frá sær vegna aldur. Hugsið um tað og gevist við allari øvund inn á Havn/ Suðurstreymoy. Tað er av størri týdningi, at vit økja kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi mótvegis teimum útlendsku, sum vilja vera við í føroyska oljuævintýrinum, sum ein kemur aftur til at skriva um í lesarabrøvum. Tað er hetta, sum føroyingar skulu gera sær greitt, ístaðin fyri at klandrast um oljuhavnir og útgerðarhavnir í Føroyum.


Hans Birgir Hansen