Framtíðarmiðilin - ella klossut »næstan« telefon

Ein IPad kom á Sosialin í gjár, og sjáldan hava so nógv fólk og so nógvar meiningar verið savnað rundan um eitt tól, sum hendan dagin.

IPad, sum nýggjasta teldan frá Apple eitur, hevur fingið stórar yvirskriftir um allan heim. IPad líkist sera nógv telefonini IPhone, men er størri, skíggin er 9,7 tummar.
IPad hevur fingið blandaða móttøku. Nógv halda, at hon kann ov lítið til at kallast ein telda. Til dømis er bert gjørligt at hava eitt forrit tendrað samstundis, hon er torfør at skriva við tíggju fingrum á, og battarítíðin er ov stutt. Forritið Flash, ið nógvar heimasíður nýta, er heldur ikki á IPadinum.
Tey, ið viðmæla IPadin siga, at hetta er framtíðar teldan, sum tú hevur við tær í taskuni. Hon vigar bara 680 gram, men hóast tað kann ein hava eitt heilt bókasavn við sær.
Í Føroyum ber ikki til at keypa IPaddin enn, men í Danmark er hon til sølu. Prísurin er millum 5-7.000 kr. Hann er tó at síggja hjá City, sum hevur hann til sølu í næsta mánaði.
Vit rundanum borðið á Sosialinum høvdu, líka sum ummælarirnir, ógvuliga deildar meiningar. Grafikarin Jan Tórur heldur, at ein nógv heldur skal keypa sær eina IPhone enn ein IPad, eftirsum tær stórtsæð duga tað sama, og við telefonini ber til at ringja og taka myndir eisini.
Blaðstjórin Eirikur - sum í 20 ár hevur verið svorin Apple-brúkari - er djúpt imponeraður og sær stórar møguleikar í hesum fyri blaðið, sum við IPaddinum verður meira digitaliserað og verður harvið meira interaktivt soleiðis at brúkarin í framtíðini bæði kann síggja kykmyndir og hoyra ljóðbrot beinleiðis úr pdf-útgávuni av Sosialinum. Hann sær eisini fyri sær, at IPadurin verður lættari og bleytari og høgligar at hava uppi á sær í framtíðini.
inna@sosialurin.fo