Sprotin hevur givið út bókina "Framtíðin kallar - 50 tekstir um fólk og samfelag," sum Uni Arge, journalistur, hevur skrivað.
Í bókini eru 50 bakgrundsgreinir, søgugreinir, tíðargreinir, samrøður og vangamyndir, sum eru skrivaðar frá 2009 til 2011.
Greinirnar snúgva seg m.a. um fíggjarkreppu, fólkaræði, tolsemi, átrúnað, tilveruna, tónleik, søgu, vinnulív, fjølmiðlar og mál.
Tekstirnir eru upplýsandi og undirhaldandi lesnaður. Teir eru skrivaðir á løttum máli og seta nógvar stórar spurningar í perspektiv.
Heitið á bókini sipar til, at í einari og hvørjari samtíð kallar framtíðin á broytingar. Bókin gevur íblástur til kjakið um broytingarnar, vit nú uppliva.
Kunnu vit læra nakað av bankaskrædlum? Kunnu óheft eftirlit fyribyrgja, at valdið verður misnýtt í Føroyum? Er Facebook fimta statsvaldið?
Tílíkir spurningar verða settir í bókini, og eisini verður leitað út í heim og í søguna at seta rák og hendingar í samanhang.
M.a. verður hugleitt um, at Barack Obama neyvan hevði komið á politiska tindin í USA, um John F. Kennedy ikki lurtaði eftir Martin Luther King í 1963.
Og fólk hugleiða eisini um støðuna hjá kvinnunum í Føroyum, um húkin í Klaksvík, lívsins dalar og tindar, kasinobúskap og spurningin, hvat eydna er.
"Framtíðin kallar - 50 tekstir um fólk og samfelag" er 325 blaðsíður til støddar. Hon er prýdd við mongum vøkrum litmyndum og kostar 249 kr. í bókabúðunum. Hon fæst eisini á www.sprotin.fo <http://www.sprotin.fo> .