Framvegis dálkað vatn á Argjum

Aftur í morgun vóru smáar nøgdir av koliformum bakterium í vatninum út eftir Argjavegnum.

4 royndir vórðu tiknar av vatninum á Argjum, og var bakteriutalið úr 1 og upp í 8 pr. 100 ml av vatni. Tórshavnar Kommuna skrivar, at leitað verður áhaldandi eftir orsøkini til dálkingina.
Møguliga verður neyðugt at klora vatnið einaferð enn, sigur kommunan og leggur afturat, at kunnað verður áhaldandi um støðuna.