Miðlarnir í Føroyum hava hesa seinastu tíðina viðgjørt evni viðvíkjandi ES og innflytan av livandi djórum og nú eisini um Schengen samarbeiðið.
Tað verður sagt at ein kann reisa uttan pass í øllum Schengen londunum t.e.
ES londini pluss nøkur onnur lond. Hetta er ikki heilt rætt. Bretland (t.e. England, Skotland og Wales) eru ikki partar av Schengen samarbeiðinum. Ein skal sostatt enn nýta pass fyri at koma til og frá Schengen londunum til Bretland. Ein grund til at Bretland ikki er við í Schengen samstarvinum, er tað tætta sambandið við Bretland hevur við Commonwealth londini. Fólk úr Commonwealth hava fyrimunir við at koma til Bretland, og tað vildið skapt tvørleikar um tey síðani kundu ferðast frítt í hinum ES londunum.
Tað verður eisini sagt í Føroyaum at djór kunna flytast frít ímillum londini í ES. Hetta er heldur ikki heilt rætt. Bretland er eitt oyggjaland, ið enn roynir at hava strangt eftirlit við hvørji livandi djór kunnu flytast inn í landið. Eftir nógv stríð, so er tað nú gjørligt at flyta t.d. hundar og kettir úr ?the continent? (t.e. tað evropeiska fastlandið) um tey hava eitt sokallað ?Heilsu-pass? t.v.s. at tey kunna prógva at tey eru vaksineraði ímóti ymsum sjúkum so sum Rabies. Eitt tekin skal eisini leggjast undir húðina á hesum húsdjórunum. Tað verður sagt at bert heilt fá nýta hendan møguleikan helst tí at hesin framferðarháttur er raættiliga tvørligur.
Nú búgva tað bert eini 60 milliónir fólk í Bretlandið, so tað er lætt at gloyma at Bretland hevur serstøðu á onkrum økjum.
Tað er eisini vert at leggja til merkis at eitt nú t.d. Norðmenn (og -kvinnur) kunna rættiliga lætt fáa arbeiðsloyvi í Bretlandi um tey eru lesandi. Hetta er tí Norra er limur í EØS. Ung føroysk lesandi hava ikki somu møguleikar.
Vinarlig heilsan
Helgi Joensen
29 Brackley
Queens Road
WEYBRIDGE
Surrey KT13 0BL
UK
Tel. +44 (0) 1932 82 90 27
Fax +44 (0) 870 121 39 26
e-mail:
Helgi.Joensen@Lineone.net