Framvegis útlit fyri stjórnarskifti í Noregi

Men munurin ímillum teir borgarligu og andstøðuna er minni, enn hann hevur verið

Enn benda veljarakanningarnar á, at Jens Stoltenberg fer at loysa Kjell Magna Bondevik av í starvinum sum norskur forsætisráðharri aftan á valið tann 12. september.
Nýggjasta veljarakanningin, sum kom í gjár, vísir tó, at munurin ímillum teir borgarligu og andstøðuna er minkaður í seinastuni. Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg hevur framvegis framgongd, men av tí at Sosialistiski Vinstraflokkurin hevði afturgongd, tódnaði munurin.
Tað avgerandi tykist verða, um tann minsti stjórnarflokkurin, Vinstri, yvirhøvur kemur í Stórtingið aftan á valið. Veljarakanningin í gjár gav flokkinum 3,6 prosent. Minstamarkið fyri at fáa umboð á ting er 4,0 prosent.