Frank og bandupptakarin

Hevur nakar funnið bondini, sum vórðu tveitt burtur í 2000?

Sjúrður Skaale


»Har du slettet båndene fra Tinganes-mødet?«
Henda spurning setti Frank Jensen mær aftur og aftur, tá eg møtti honum á Christiansborg undir míni skrivaratíð har frá 2002 til 2005. Hann sipaði til ein fund í Tinganesi á heysti í 2000 millum Høgna Hoydal og Frank Jensen, sum tá var løgmálaráðharri.
Fundurin var partur av teirri kendu fundarrøðini hjá fullveldislandsstýrinum. Eg skuldi skriva frásøgn frá fundinum, og hevði tí eina diktafon við. Tá fundurin var lokin, stóðst mikið rok­ilsi av hesum, og Frank Jen­sen kravdi, at øll bondini vórðu oyðiløgd og koyrd burt­ur. Frank tosaði eisini við forsætisráðharran um hend­ingina, tí tá næsti fundur var á Christiansborg, spurdi Poul Nyrup Rasmussen, um eg hevði beint fyri bondunum.
Men tankin um hesar upp­tøkur elva framvegis til pínu og kvøl í sálini á Frank Jensen, tí beint fyri nýggjár nevndi hann aftur ta meira enn fimm ára gomlu hendingina í áhugaverdari samrøðu við Páll Holm Jo­hannesen, sum var prentað í Sosialinum.
Hann segði soleiðis: Und­ir sjálvum samráðingunum varnast eitt av donsku em­­bætisfólkunum, at før­oyska samráðingarnevndin nýtir ein bandupptakara undir borðinum fyri at fáa samráðingar festar á band og hetta skapti mikla øsing, tí tað var greitt avtalað framm­anundan, at eingin band­upp­takari skuldi nýtast. Frank Jensen sigur eisini ym­iskt annað  til dømis skírir hann bandupptakaran ólógligan.

Ein pástandur og annar
Her er nógv, sum ikki pass­ar.
Fyri tað fyrsta var hendan ólukku diktafon ikki undir borðinum. Hon stóð mitt á borðinum, og øll sóu hana allan fundin. Eg skifti eisini band tríggjar ferðir  uppi á borðinum. Og fyri tað næsta var einki avtalað um, at eingin bandupptakari skuldu nýtast.
Sannleikin er, at Frank Jensen og hansara fólk einki høvdu ímóti at fundurin varð tikin upp  tá fundurin byrjaði.
Men tá fundurin var lið­ugur vildu tey undir ongum umstøðum hava, at tað, sum varð sagt, bleiv standandi til eftirtíðina.
Eg havi mína greiðu hugs­an um, hví tað var  og er  so øgiliga umráðandi fyri Frank Jensen, at hansara leik­lutur á hesum góða fundi ikki kemur fram. Men at fara at pástanda nakað nyttar einki, tí tað verður aldrin annað enn ein ... ja, ein pástandur.
Semja er tíverri millum landsstýrið og donsku stjórn­ina um, at tíðindafólk ikki skulu fáa fult innlit í tað, sum hendi undir samráðingunum. Avleiðingin er, at øll kunnu pástanda tað, teimum lystir. Hoydal sigur okkurt, Nyrup okkurt annað, Kallsberg okkurt triðja, og nú pástendur Jensen so eitt fjórða. Tað einasta fólk kunnu vera vís í er, at eingin teirra sigur sannleikan, tí allir hava politisk áhugamál.
Tí er stórur tørvur á, at fólk fáa eina frágreiðing um tað, sum hendi, sum er toluliga leys av politiskum áhugamálum.
Og sum eg skilji, er okkurt kanska á veg. Eitt nú ljóðar, at onkur skal hava funnið nøkur bond, sum vórðu tveitt burtur eftir ein fund millum Høgna Hoydal og Frank Jensen. Tað ljóðar merkiligt  men tað hevði nú verið stuttligt, um tað passaði...
Kanska tað spyrst um tað livst.