Frank Skytte uppdagaði Christian Poulsen

B68 venjarin hevur serligar orsøkir at fylgja væl við í, hvussu tað gongst yngsta miðvallaranum hjá dønum, sum síðstu árini hevur verið liðfelagi hjá Toda Jónsson

HM KAPPINGIN OG B68 VENJARIN

Danski B68 venjarin fylgir sjálvandi væl við í, hvussu tað gongst landsmonnum hansara í HM endaspælinum. Á middegi í dag fer hann saman við kanska einum helmingi av landsmonnum sínum og einari rúgvu av føroyingum og fótbóltsáhugaðum kring allan heimin at hyggja at áttandapartsfinaluni, har Ongland verður mótstøðuliðið hjá Danmark. Men í dag verður spælarin, sum Frank Skytte fram um allar hinar á danska landsliðnum kennir, ikki at spæla við. Christian Poulsen, sum er yngsti danski spælarin, og sum í dystunum í innleiðandi umfarinum hevur strítt seg alt nærri plássi millum teir fyrstu ellivu, er leikbannaður.
? Hann hevur fingið tvey gul kort, og um eg hevði verið venjari hjá honum nú, so hevði hann avgjørt fingið at vita, at tað líktist ongum, at hann fekk seinna kortið. Tað var púra óneyðugt hjá honum at gera brotið á reglurnar, sum sjálvsagt bar kortið við sær, heldur Frank Skytte.
B68 venjarin kennir væl Christian Poulsen, sum tey seinastu árini hevur spælt saman við Toda Jónsson í FCK. Og Frank Skytte heldur unga mannin úr Holbæk vera dømi um, hvussu langt tað ber til at røkka, tá vilji, disiplin og góður hugburður verða knýtt afturat evnunum at spæla fótbólt, sum so nógvir aðrir eisini hava.
? Christian Poulsen er seldur til Schalke 04 fyri 52 milliónir krónur. Tað hevur hann uppiborið, og eg rokni við, at hann fer at røkka langt sum fótbóltsspælari. Hann er jú bara 22 ára gamal, so hann átti framvegis at havt bestu fótbóltstíðina fyri sær.

Eyðmjúkan hugburð
Áðrenn Frank Skytte fór til Hvidovre at vera venjari, var hann í 1996 og í 1997 venjari í Holbæk. Í sjeyti árunum var felagið í sælandska keypsstaðnum eitt skifti í bestu deildini, men nú er tað ein fjórðingsøld síðani. Tá pengarnir av álvara fóru at stýra gongdini í donskum fótbólti, megnaði Holbæk saman við so nógvum øðrum ikki at fylgja við, og tey seinnu árini hava teir fyri tað besta verið í triði bestu deildini, og onkra ferðina hava teir verið uttanfyri divisiónirnar.
? Mítt sjónarmið hevur altíð verið, at venjarin hjá 1. liði eigur at fylgja við í tí, sum gongur fyri seg í yngru liðunum. Tá eg kom til Holbæk, legði eg beinanvegin til merkis, at ein av 2. juniorsspælarunum (tað svarar til føroysku dreingjadeildina) vísti framúr avrik. Talan var um Christian Poulsen, sum tá var 16 ára gamal. Hann hevði framúr hugburð til ítróttin, og venjingarstøðan hjá honum var væl betri, enn hon var hjá øllum hinum. Tí megnaði hann at arbeiða sum ein hestur, umframt at hann vísti gott hegni og skil.
Árið eftir flutti Christian Poulsen upp í unglingadeildina, men har spældi hann bara í eitt ár. Árið var ikki so gamalt, tá Frank Skytte av og á hevði hann við á divisiónsliðnum:
? Eg var bergtikin av hugburðinum hjá honum. Hann var stjørnan á unglingaliðnum. Tá eg vildi hava hann við í hópin hjá mær, so var tað sum seytjandi maðurin, tá vit høvdu sekstan spælarar í hópinum. Tá vit fóru til Jyllands at spæla, fóru vit ofta avstað dagin fyri. Tí vildi eg hava ein eyka spælara við. Tað kundi jú koma fyri, at onkur gjørdist sjúkur, ella at okkurt annað spældi inn. Christian var ofta seytjandi maður. Men tað rørdi hann ikki, at hann oftast var áskoðari. Hann hevði skúlabøkurnar við, og hann var altíð klárur at tørna til, um tað var neyðugt.

Stríddi seg til sáttmála
Í 1997 gekk tað einki serligt hjá Holbæk fyrrapartin av kappingarárinum, tá liðið var millum evnini til niðurflyting. Men sum tað leið út á árið hilnaðist alt betri, og tað endaði so mikið væl, at Holbæk flutti upp í næstbestu deildina.
? Christian Poulsen átti avgjørt sín lut í, at tað rættuliga fór at ganga uppeftir. Hann var fastur maður í 1. liðshópinum. Ofta varð hann skiftur inn, og í trimum teimum síðstu umførunum var hann fastur maður. Tá vunnu vit hvørja ferð, fingu níggju stig, og harvið var uppflytingin greið.
Men hann flutti ikki við tær til Hvidovre?
? Nei, men tað hevði hann gjørt, um tað bara stóð til mín at gera av. Eg hevði ein manegara ella stjóra yvir mær. Eg bað hann koma at hyggja at dystum hjá Holbæk júst við tí fyri eyga at sannføra hann um, hvussu góður Christian Poulsen var. Eg fekk stjóran við mær onkra ferðina, men tað spurdist ikki meiri burturúr viðvíkjandi Christiani Poulsen enn tos. Tað var harmuligt fyri Hvidovre, men fyri Christian Poulsen var tað heppið, at hann kom til FCK.
Tað vil siga, at teir í FCK dugdu betri at síggja, hvør dugur var í honum, enn teir í felagnum hjá tær?
?Tað haldi eg ikki, at tað ber til at siga. Christian Poulsen vísti áræði. Hann setti seg í samband við FCK og spurdi, um tað var møguleiki hjá honum at venja saman við teimum. Tað fekk hann loyvi til. Tá hann hevði vant í fýra dagar, gjørdi Roy Hodgson, sum tá var venjari í FCK, av, at teir skuldu skriva sáttmála við unga mannin úr Holbæk, og tað hava teir í FCK neyvan iðrað seg um. Tað var skjótt, at hann gjørdist fastur maður á miðvøllinum, har etableraðu stjørnurnar noyddust at finna seg í, at ein blaðungur spælari var meiri sjálvsagt val til miðvøllin enn teir, sum plagdu at vera har. Men Christian er avgjørt ikki komin sovandi til plássið á miðvøllinum í FCK og á landsliðnum og til sáttmálan við Schalke 04. Hann hevur víst framúr hugburð og vilja, staðfestir Frakn Skytte.
Spurningurin er nú, um Christian Poulsen sleppur upp í part aftur í hesi HM kappingini. Um so skal vera, so skal Danmark vinna á Onglandi á middegi í dag. Men tað er eingin ivi um, at Christian Poulsen eigur nógvar landsdystir á, og at hann fer at luttaka í fleiri endaspølum. Sambært Frank Skytte so fer parturin hjá Holbæk dreinginum, sum B68 venjarin fekk á besta liðið fyri fimm árum síðani, ikki at liggja eftir.