Franskir skíð­renn­ar­ar doyðu í skalv­alopi á væl­um­tókt­um skíðstað

Bjargingarfólk brúktu telefonsignal til at finna skíðrennarar, sum vóru grivnir í skalvalopinum

Fráferðarøkið hjá kaðalinum Funival, sum flytur rennarar upp á fjallið í vetrarítróttarøkinum Val d'Isère í Fraklandi. (avnsmynd). - Mynd: Thomas Coex/Ritzau Scanpix

Tveir franskir skíðrennarar doyðu í einum skalvalopi í gjár á skíðstaðnum Val d’Isère í fronsku Alpunum, upplýsir ferðafólkaskrivstovan hjá skíðstaðnum, sambært fronsku tíðindastovuni AFP.

Teir báðir menninir vóru á skíðum off-piste, tá skalvurrin jarðaði teir undir 2,5 metrar av kava.

Teir vóru saman við einum størri bólki, sum rópti eftir hjálp, men bjargingarfólk megnaðu ikki at bjarga teimum, tá teir endiliga vórðu funnir, sigur ferðavinnuskrivstovan í eini fráboðan.

Fronsku veðurstovurnar høvdu givið ávaring um, at stórur vandi fór at vera fyri skalvalopum um vikuskiftið. Váðin varð flokkaður sum fýra av fimm á evropeiska skalvalopsstiganum.

Teir báðir rennarar vóru ikki í skalvalopsbipparar uppi á sær, og bjargingarfólk máttu líta á fartelefonirnar fyri at finna teir.

Ein skalvalopsbippari sendir út og tekur ímóti signalum á einum ávísum frekvensi, sum kunnu brúkast til at vísa á, hvar ein persónur er grivin undir kavanum.

Men tað riggar bara, um bæði tann jarðaði persónurin og tey, sum leita eftir honum, hava skalvalopsbippara.

Í vanlukkuni í Val d'Isère máttu bjargingarfólk leita í einum øki uppá umleið 150 fermetrar.

Ein annar persónur doyði í gjár í einum skalvalopi í skíðøkinum Areches-Beaufort, umleið 60 kilometrar frá Val d’Isère.

Hetta var eisini ein persónur, sum var á skíðum off-piste.

AFP tosaði við ein lokalan embætismann, Jean-Pierre Mirabail, sum segði, at tað eisini var ein annar persónur, sum varð grivin í skalvalopinum, men yvirlivdi. Viðkomandi er fluttur á sjúkrahús við álvarsligum skaða í høvdium, sigur hann.

Tað er ikki greitt, hvønn tjóðskap tey bæði fólkini frá vanlukkuni í Areches-Beaufort hava.

 

Ritzau/AFP

 

 

 

Fráferðarøkið hjá kaðalinum Funival, sum flytur rennarar upp á fjallið í vetrarítróttarøkinum Val d'Isère í Fraklandi. (avnsmynd). - Mynd: Thomas Coex/Ritzau Scanpix