Frekt kvøld í Klaksvík

Í kvøld er eitt heldur frekt kvøld á skránni í Club 700 í Klaksvík. Stripparin Celina vísir síni kynstur í klubbanum.

 

Í kvøld verður eitt heldur øðrvísi og frekt kvøld á skránni í Club 700 í Klaksvík.

 

Tað er nevniliga soleiðis, at danski stripparin Celine kemur á vitjan, og ætlar at vísa síni kynstur – og kanska okkurt annað – fyri gestunum í klubbanum.

 

Haraftrat verður ein sokallað “event” genta í klubbanum, og hon er eitt nú eitt kent andlit í bilmessum í Danmark, og hevur hon royndir sum bartendari.

 

Úr Club 700 verður sagt, at tey vænta eitt frekt og stuttlig kvøld.

 

Niðara hæddin í klubbanum er júst umvæld, og her verður diskotek við DJ-X. Í ovaru hæddini verður karaoke á skránni.

 

Meira kann lesast um tiltakið á Facebook síðuni hjá tiltakinum, sum er at finna her:

 

www.facebook.com/events/262271517196069/