Fríggjakvøldið gekk av skriðuni hjá liðnum hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli í Gladsaxe tapti Fremad Amager 0-5 fyri AB. Í steðginum var AB á odda 4-0, og tá Andrass kom á vøllin var støðan 5-0. Tað bleiv so ikki verri aftaná Andrass kom á vøllin.
Fremad Amager er fjórðaftast í deildini við níggju stigum fyri níggju dystir.
Hørður H. Askham slapp ikki upp í part, tá lið hansara, FC Roskilde á heimavølli vann 4-1 (3-1) á HIK.
Roskilde er triðfremst í deildini við 17 stigum fyri níggju dystir. Teir eru bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, AB sum hevur 18 stig.
Í morgin klokkan 13 taka John Frederiksen og liðfelagarnir í Brabrand móti Thisted á heimavølli.