Meðan besta liðið var í Sørvági og stríddist fyri og vann FM heitið, spældi næstbesta KÍ liðið í kvøld á heimavølli ímóti ÍF.
Undan dystinum var ÍF á fjórða plássi við 37 stigum, og KÍ var undir strikuni við 20 stigum.
Í kvøld vann KÍ 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er á áttanda plássi við 23 stigum. EB/Streymur er á níggjunda plássi við 22 stigum.
Í tveimum teimum seinastu umførunum fer KÍ at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi og á heimavølli ímóti 07 Vestur. Umframt at spæla á heimavølli ímóti KÍ fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti B36.
Í kvøld var tað 17 ára gamli Páll Müller, sum eftir lítlan hálvan tíma legði KÍ á odda. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Uppleggið átti Latif Ahmed, og tað var hann, sum tveir minuttir eftir steðgin økti um leiðsluna til 2-0. Tá var tað Andri Benjaminsen, sum átti uppleggið, og tað var Andri Benjaminsen, sum staðfesti 3-1 sigurin í 61. minutti.
Í 58. minutti minkaði ÍF um munin til 2-1. Málskjútti var Rúnar Cederius Johnsson. Hetta var 14. málið í ár hjá Rúnari Cederius Johnsson.
Í tveimum teimum síðstu umførunum fer ÍF at spæla ímóti Skála á heimavølli og B71 á útivølli.
Víkingur vann í kvøld 3-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi eftir hálvleiksstøðuna 3-1.
Jógvan E. Ósá legði gestirnar á odda 1-0 í fimta minutti, men undan steðginum var Víkingur frammanfyri 3-1. Jákup Martin Jarnskor javnaði til 1-1, og so var Fríði Gertsson Jarnskor tvífaldur málskjútti.
13 minuttir eftir steðgin minkaði Virgar Jónsson um munin til 3-2.
Úrslitið í kvøld ber við sær, at Víkingur er á fimta plási við 36 stigum – eitt stig aftanfyri ÍF – og at EB/Streymur er undir strikuni við 22 stigum – eitt stig undir KÍ.
Í tveimum teimum síðstu umførunum fer Víkingur at spæla ímóti B36 á heimavølli og NSÍ á útivølli.