Friðarfólk leggja trýst á Kina

15 fólk, sum hava fingið Nobel-friðarheiðurslønina, royna nú at leggja trýst á myndugleikarnar í Kina fyri at fáa teir at lata mannarættindastríðsmannin Liu Xiaobo leysan. Hann hevur fingið ársins Nobel-friðarheiðursløn, men situr í fongsli í heimlandinum.

Í einum brævi, sum fyrrverandi suðurafrikanski erkabiskupurin Desmond Tutu, fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter og andaligi leiðarin hjá tibetanum Dalai Lama og 12 onnur hava skrivað, stendur millum annað, at tað hevði verið eitt talandi tekin um broytingina, sum Kina hevur havt, um myndugleikarnar lata Liu Xiaobo leysan.

Tey 15, sum hava skrivað undir brævið, biðja samstundis leiðararnar í G20-londunum leggja trýst á kinesiska forsetan, Hu Jintao, tá teir hittast á toppfundinum, sum verður í Suðurkorea 10. og 11. november.

Kinesiska stjórnin er sera misnøgd við avgerðina hjá norsku Nobel-nevndini at lata Liu Xiaobo ársins friðarheiðursløn. Kina sigur, at maðurin er kriminellur, og at hann tí hevur fingið 11 ára fongsul.