Umboð fyri sudansku stjórnina og uppreistrarrørsluna SPLM skrivaðu nýggjársdag undir ein friðarsáttmála, sum skal fáa enda á borgarakrígnum har suðuri í landinum. Kriggið hevur vart í 21 ár og hevur sambært ST kostað meiri enn tvær milliónir mannalív.
Friðarsamráðingarnar hava verið undir ST-leiðslu í kenyanska býnum Naivasha, og suðurafrikanski forsetin, Thabo Mbeki, skrivaði sum vitni undir sáttmálan. Ætlanin er, at tann endaliga undirskrivingin verður í Nairobi í Kenya tann 9. januar.
Tann nýggi sáttmálin snýr seg ikki um harðskapin í landspartinum Darfur, men eygleiðarar vænta, at hann fer kortini at hava ávirkan á viðurskiftini har. Hildið verður eisini, at sáttmálin fer at fáa stóran týdning fyri framburð í øllum økinum, men at hetta kortini er treytað av altjóða stuðuli.