Hóast Norðfestivalurin var á Viðareiði, og nógv fólk vóru í býnum í Havn, hevði løgreglan lítið at gera í nátt.
Ein maður í Norðoyggjum, sum var sera ávirkaður, varð tó tikin av løgregluni. Hann varð lagdur í brummuna at sova rúsin av sær.
Annars hevur løgreglan einki stórvegis at boða frá.











