Fridrikka og liðfelagarnir taptu á Akureyri

ÍBV er seks stig frá oddinum

 

 

 

Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir í ÍBV spældu sunnudagin dyst á útivølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Á Akureyri mátti ÍBV lúta 1-2 fyri felagsliðnum á Akureyri, Þór/KA. 

 

Þór/KA legði seg á odda longu í sjeynda minutti. Fridrikka var tikin av vøllinum í steðginum, og seinni hálvleikur var bert tveir minuttir gamal, tá heimaliðið økti til 2-0.

 

Þór/KA-ÍBV 2-1 (1-0)

1-0 Erin Flurey ('7 )

2-0 Bríet Jóhannsdóttir ('47 )

2-1 Avery Mae Vanderven ('57 )

 

ÍBV er nummar fýra í deildini við 20 stigum. Tær hava seks stig upp til oddaliðið, FH sum hevur 26 stig.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19 spælir ÍBV hálvfinalu í steypakappingini móti Þrótti.