Komandi sunnudag verður elsti maður í Sandavági, Frits á Dunga nítifimm ár.
Frits er einki annað enn ein úrmælingur. Hóast sín høga aldur fylgir hann við í øllum, sum hendir, bæði í bygd og bý, í landinum og úti í heimi. Tað er einki at taka seg aftur í, at Frits er dagførdur fram til dagin í dag!
Tað var sunnudagin 10. okt. 1915 at Frederikka og Hans Christoffer Svabo Joensen, í Sandavági (hann úr Miðvági) fingu ein son. Hann verður uppkallaður eftir foreldrunum, og á dópsseðlinum stendur Hans Christoffer Frits, sum vit best kenna sum Frits á Dunga. Frammanundan áttu tey Jáku og Mourits. Seinni kom systirin Jenhild. Tey eru øll farin.
Í 1915 hevur hvalastøðin á Gjánoyri lýsi til sølu, og bardur av stórhvali vórðu vaskaðar, turkaðar og pakkaðar í sekkir millum annað til korsettfjaðrar. Tað var tá, at Frits var føddur. Í Klaksvík hendir eisini okkurt hetta árið. Jógvan Kjølbro og konan Karin fingu sær egnan handil, ið var byrjanin til størstu fyritøku í Føroyum.
Frits vaks upp í einum sermerktum, føroyskum heimi. Har galt tað um at fáa tað besta burtur úr dagligdegnum. Pápin skrivaði dagbók, ið er til skjals í heiminum á Dunga. Har stendur mangt forvitnisligt at lesa um veður og vind, bygda- og samfelagslív, missión og kirkju. Vakra hondskriftin boðar frá einum skilamanni, ið ger upp við seg sjálvan og tað, ið rørir seg úti um landið.
Men tað er Frits, tað snýr seg um hetta vikuskiftið. Hann heldur føðingardagin á 62N.
Tað sermerkta við Frits á Dunga er, at hann øll síni ár hevur verið tann sami. Her er at siga, at samfelagið hevur vent sær fleiri ferðir, ja, nógv stig - men Frits hevur verið við og er hin sami. Sjálvandi hevur hann eina meining um rembingarnar, men hann góðtekur menningina, hóast hann ikki meinar, at alt er so beinrakið. Treyðugt so, - kanska.
Av givnum orsøkum hava vit verið við í so mongum í Sandavági. Mong eru fallin frá, onnur hava tikið við, men Frits hevur verið har alla tíðina. Tað hevur verið sera forvitnisligt at støkka inn á gólvið hjá honum. Fyrst sum ung og nýgift, seinni sum mamma og omma. Tað, sum vit hava lagt okkum eftir, er hetta gløgga minnið, Frits hevur. Húsið í Lonarstræti hevur ikki átt frægari talsmann enn Frits. Tað er ikki ”tað ting”, hann ikki veit, tá vit umrøða gamla húsið hjá Gjáar- Jóhonnu í Lonarstræti, sum tó á Sandavágsmáli verður kallað ”Knarristræti”. Og hann vitjaði gomlu Gjáar-Jóhonnu, hvørja ferð, hann umborð á Vesturleið fór ørindi til Havnar. Hon lá tá óhjálpin og málleys á Uppihaldsdeildini í Hoydølum, og umsorgan vísti hann henni og vitjaði. Frits tekur mangan til hesa myndugu konuna, ið giftist vestur í Vágar. Tey høvdu eitt serstakt samskifti, sum hevur fest seg til nakað ómissandi.
Frits hevur upplivað kreppur og góðar tíðir. Herfyri fortaldi hann okkum, hvussu truplar tíðirnar vóru í Føroyum í ´20unum. Hann minnist, tá frægir handilsmenn í bygdini máttu geva skarvin yvir í Sandavági. Hann fer aftur til eina mynd, ið stendur eftir, rættiliga markant - tá alt mátti seljast út í tí stóra handlinum, ið øll vóru so errin av. Tað varð ”handlað” út gjøgnum køksvindeygað, og handilsvørurnar fóru fyrst. So komu ognarlutirnir hjá handilsfamiljuni, - koppar og kannur, málningar, amboð og annað. Einaferð kemur ein hvørvisteinur út gjøgnum vindeygað - tá rópar ein eldri maður úr mannamúgvuni: Handan eigi eg, og hann er ikki til sølu. ! Hetta er nakað, ið talar fyri seg. Gamli maðurin hoyrdi til húskið, sum seldi út !
Góði Frits, um vit skulu seta orð á teg, so er tað títt óavmarkaða trúfesti. Vit vita væl, sambært bókini ”Skakandi tilburðir”, hvussu stóra orku, tú legði í at bjarga einari grikskari sjómanning undir krígnum. Slíkt eru menn, ið tora at geva seg upp til ”kanska og kanska ikki”.
Gloymi ongantíð vøkru myndina, har tú fortelur, at tit komu á Havnina við griksku manningini. Hendan dagin lógu ”Ekliptika” úr Klaksvík og ”Guiding Star” við bryggju. Tær vóru klárar at fara, men kríggið var ein ovurstór hóttan, - 2. heimskríggj. Hesar prúðu snekkjur fóru avstað og bóru ikki boð í bý, - hvurvu og spurdust ongantíð aftur. Hvørja ferð, tú tekur til hendingina, harmast tú.
Tú segði, at tykkara innsatsur, tá tit bjargaðu griksku skipsmanningini, var ein sjálvfylgja. Siti mangan undir hesi frásøgu tíni, - hon er vissuliga eitt prógv um, at tú ongantíð hevur tikið teg sjálvan fram um nakran annan.
Tá tú sigur í bókini ”Skakandi hendingar”, at tú, tá tú komst til Havnar fór inn í Gamla Bókhandil at taka eina mynd av tær, so tey har vesturi kundu minnast teg,
Ja, tá spurdu vit teg, hvar myndin var. Nei, tað visti tú ikki, - tað hevði ikki verið verri at havt myndina av Frits á breddanum, nú føðingardagsheilsa verður skrivað. Tá hevur tú verið 26 ár.
Samanumtikið hevur tú verið maður, við eini serligari stødd og rødd og góðari heilsu, góði Frits. Úr
Danmark eri eg biðin um at senda tær nakrar góðar heilsur. Familjan, ið av og á vitjar í Sandavági, biðja meg heilsa tær. Tey vóru sera bilsin um, at tú enn ert hin sami, gamli, góði Frits og vart við teimum í Gásadali og greiddi frá.
Enn ert tú ikki vorðin gamal í okkara verð. Tú broytist ikki so, hevur fingið pace-makara, ið gevur tær nakað eyka.
Góði Frits, hjartaliga til lukku við degnum. Gævi vit fáa teg ímillum okkum í nøkur ár aftrat. Tú
setir lit á Dungabrekku og Lonarstræti. Teg gleðast vit um, hvørja ferð tú við lívsjáttandi heilsuni ynskir okkum at vera vælkomin til Sandavágs.
Fara vit út, takkar tú fyri løtuna.
Vit takka tær fyri løturnar.
Fatti teg alt gott, góði Frits og alt tað besta framyvir.
--------------
Poulina Slættanes