Í morgin ferðast sumbingar longu leiðina norður til Runavíkar, har teir skulu gera enn eina roynd at sleppa av við nullið á støðutalvuni. Vit skrivaðu í síðstu viku, at Birgir Jørgensen hevði lagt frá sær sum venjari, og at hann eisini var givin sum spælari. Tað er rætt, at Birgir ikki er venjari, men Birgir spælir framvegis við sumbingum.
Venjaraspurningin hava teir loyst innanhýsis í Sumba. Danin Peter Jørgensen, sum spælir við, hevur staðið fyri venjingini hesar báðu vikurnar, og afturat sær hevur hann Frits Poulsen, sum onkuntíð fyrr hevur tikið sær av venjingini, og sum nú hevur ábyrgdina í dystunum.
Marlon Kjærbo er farin úr Sumba og til TB, men annars frætta vit úr Sumba, at teir eru so væl fyri við fólki, sum teir kunnu vera. Páll Magnar Kjærbæk og Hans Jákup Thomsen, sum búgva í Havnini, fáa nú venjingina saman við 2. deild hjá HB.
Sumba málverjin í NSÍ
Tað er ikki bara rætt, tá vit siga, at sumbingar í morgin fara longu leiðina norður til Runavíkar. Tí 18 ára gamli Annfinn Thomsen, málverjin hjá Sumba, býr í Runavík, og hann venur við NSÍ, har hann er annar av málverjunum í unglingadeildini (mánakvøldið vardi hann málið, tá NSÍ unglingarnir vunnu 3-0 í Gøtu).
Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir til dystin í morgin, og Trygvi Mortensen, venjarin hjá NSÍ, rósar Sumba málverjanum, sum ofta venur saman við bæði 1. og 2. deild, fyri at vera ídnan og nærlagdan. Men hann ásannar samstundis, at tað kann vera ein fyrimunur fyri hansara menn, at teir kenna málverjan hjá mótstøðumonnunum so mikið væl.
Hetta er nakað, sum teir í Sumba eru vitandi um, og tað kann væl vera, at Annfinn Thomsen fer at sita á beinkinum í morgin. Tað mesta av árinum hevur hann verið einsamallur málverji hjá Sumba (Rúni Lisberg er fyri stuttum fyri aðru ferð skorin í knænum), men nú hevur Fróði Mortensen verið heima í nakrar vikur. Fróði hevur nógvar royndir ? m.a. vardi hann málið, tá Sumba í 1990 flutti upp ? hava teir í vikuni hugsað um at givið honum møguleikan í morgin, men hetta var ikki avgjørt, tá vit tosaðu suður.
NSÍ og Sumba hittust tvær ferðir í innleiðandi umfarinum í steypakappingini. Í vánaligum líkindum í Runavík vann NSÍ 5-3, og á Krossinum vunnu teir 2-1.