Froðbiar Sóknar Bluesorkestur á Ljósfest

Fríggjakvøldið á Ljósfest fara Froðbiar Sóknar Bluesorkestur at spæla í tjaldinum. Umframt teir, so verða Vestmenn eisini í tjaldninum sama kvøldið.

 

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hava spælt á øllum teimun stóru festivalum í Føroyum. Teir hava útgivið eina framúr útgávu í 2015, sum bar heitið "If the Ocean was Wine". Fyri teirra framúr góða tónleik, vórðu teir tilnevndir eina FMA virðisløn í 2016, sum ársins bólkur/einstaklingar í folk, country og blues flokkinum.

 

Frobiar Sóknar Bluesorkestur byrjaðu at spæla á sumri 2007. Teirra tónleikur er sermerktur frá gomlum Missisippi country - blues til nýggjan til bluesrokk og funk. Sera royndir tónleikarar hava mannað bólkin gjøgnum árini, eitt nú er royndi Blues-sangarin Kristian Holbæk Kristensen forsangari. Kristian hevur eina framúr blues-rødd og setir hann eisini eykað dám á blues tónleikin við sínari munnharpu.

 

Umframt forsangaran hjá Frobiar Sóknar Bluesorkestur, so eru tað sera royndir og ungir tónleikarar sum í dag myndað bluesbólkin. Nevnast kann, at Dennis Lava spælir á trummur og syngur í Frobiar Sóknar Bluesorkestur. Dennis eisini er kendur frá navnframa rockbólkinum Deiggj. David Jacobsen er ein sera royndur tónleikari. David spælir á bass. Afturat sær hava teir unga og evnaríka Óla Holbæk Mortensen, sonur Kristian, á gittar.

 

Á Ljósfest verður manningin hendan: Kristian Holbæk (sang, munnharpa), Óli Holbæk Mortensen (gittar), Dávið Jacobsen (bass) og Dennis Lave (trummur, sang).

 

Okur gleða okum sera nógv til at uppliva Frobiar Sóknar Bluesorkestur fríggjakvøldið á Ljósfest.

 

Umframt Frobiar Sóknar Bluesorkestur eru inntil víðari hesi tónleikanøvn kunngjørd at spæla á Ljósfest. Í teltinum fríggjakvøldið 17. august:Vestmenn og Froðbiar Sóknar Bluesorkestur. Á stóra pallinum leygarkvøldið 18. august eru, inntil víðari, hesu nøvn kunngjørd: Marius Ziska, Ronnie og Maria, Starlight og Janus W Mortensen.

 

Full skrá fyri Ljósfestina verður kunngjørd seinast í juli, skrivar vagur.fo.