Froðbingur setti Víking upp á pláss

6-mannafør kvinnur: Kappingin millum kvinnur í hesi bátastøddini sær út til at verða væl meiri spennandi, enn hon annars hevur verið

Í nógv ár hevur tað verið Jarnbardur og so hinir bátarnir. Tað tíðarskeiðið er av – fyribils í hvussu so er. Jarnbardur er ikki við í ár, og nú eru tað fleiri, sum bjóða av í kappingini um sigrarnar og harvið meistaraheitið.

 

Á norðoyastevnu var tað Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann í stórari kapping við Froðbing. Í dag var aftur tøtt kapping millum hesar báðar bátarnar, og í dag vóru tað tær úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum vunnu.

 

Víkingur legði ógvuliga bragdliga fyri, men Froðbingur legði seg skjótt framat, og síðani vóru tað bara hesir báðir bátarnir, sum kappaðust um sigurin. Á málinum var Froðbingur 02.60 sekund undan Víkingi. Á norðoyastevnu var Víkingur 01.04 sekund undan Froðbingi.

 

Sølmundur hjá NSÍ endaði í dag á triðja plássi. Á norðoyastevnu var Rádni úr Fuglafirði nummar trý.

 

1 Froðbingur (FSR)05:13.18+00.007 
2 Víkingur (HR)05:15.48+02.606 
3 Sølmundur (NSÍ)05:22.26+09.165 
4 Rádni (ÍF)05:22.32+09.284 
5 Lómur (AR)05:29.02+15.683 
6 Norðstovudánjal (SR)05:29.37+16.382 
7 Páll Fangi (KRF)05:31.28+18.201 
8 Glyvrabáturin (NSÍ)05:39.17+25.980

 

 

 

1 Froðbingur (FSR)213 
2 Víkingur (HR)213 
3 Sølmundur (NSÍ)29 
4 Rádni (ÍF)29 
5 Lómur (AR)25 
6 Páll Fangi (KRF)24 
7 Norðstovudánjal (SR)23 
8 Hósvíkingur (HVR)10 
9 Glyvrabáturin (NSÍ)20

 

rsf.fo