Fróðskaparsetur Føroya fær vitjan av heims- kendum professara

Skal halda fyrilestur um nýggja ættarliðið av tvímálsligum orðabókum

Heimskendi skandinaviaserfrøðingurin, russarin Valerij P. Berkov úr St. Pætursborg vitjar Fróðskapar-setrið í døgunum 10. til 14. oktober. Valerij Berkov er professari í norðurlendskari málgransking á lærda háskúlanum í St. Pætursborg. Síðan 1. aug. 1994 hevur hann verið 2. professari á stovninum fyri nordistikk og bókmentir á lærda háskúlanum í Oslo.


Vitjað í Íslandi

Valerij Berkov kemur higar úr Íslandi, har hann hevur vitjað Háskóla Íslands og hildið fyrilestrar. Hann er 68 ára gamal, og er útbúgvin málgranskari á lærda háskúlanum í St. Pætursborg. Vardi í 1955 Dr.Art.-ritgerð sína um diatesutýdningin av refleksivum sagnorðum í gomlum íslendskum og nútíðar norskum. Í 1971 vardi hann Dr.Philol.-ritgerð sína um trupulleikarnar í tvímálsligari orðabókagerð.


Viðger føroyska málið

í russiskum stórverki

Hansara starv við norðurlendskum máli og bókmentum er sera umfatandi, og í høvuðsheitum er talan um orðabókagerð og ritgerðir um mál. Hann hevur givið út ikki færri enn 14 stórar bøkur, harav tær flestu umrøða norðurlendsku málini. Í teirri 13. bókini, sum kom út í St. Pætursborg 1996, er m.a. ein nágreinilig viðgerð av føroyskum máli; tann fyrsta av sínum slag á russiskum.


Høgt virdur persónur

Valerij Berkov hevur starvast á lærda háskúlanum í St. Pætursborg, á stovninum fyri russiskum í Bergen og nú á lærda háskúlanum í Oslo. Harumframt hevur hann verið við at ritstjórna fleiri orðabókum. Í 1988 varð hann valdur til útlendskan lim í Det Norske Videnskaps-Akademi, og sama ár varð hann heiðraður við almennu 1. virðisløn fyri besta vísindaliga avrik: Russisk-norsk orðabók.

So seint sum í september í ár fekk Valerij eina høgt metta norska virðisløn »Akademika-prisen«, sum verður latin tí, sum í altjóða høpi hevur lagt serliga orku í at breiða út kunnleika um norskar yrkisbókmentir, gransking og fagurbókmentir.


Fyrilestur á Føroya-

málsdeildini

Mánakvøldið 13. okt. kl. 20.00 fer Valerij Berkov at halda fyrilestur á Føroyamálsdeildini. Fyrilesturin, sum verður á norskum, ber heitið: »En ny generasjon tospråklige ordbøker«.

Fyrilestrarevnið lýsir hann so: Dagsins tvímálsligu orðabøkur svara ikki nógvum av teimum spurningum, brúkarin setur. Hetta kemst lutvíst av íbygdu brekunum í orðabókum, og lutvíst av sera óhepnari siðvenju. Í fyrilestrinum verður dentur lagdur á spurningar viðvíkjandi kulturinformasjón, ekvivalentloysi, ymiskar gramatikkir fyri av- og innkoding av teksti. At enda verður eisini spurningurin viðvíkjandi teldum og orðabókagerð tikin til viðgerðar.