FSF: Alt verður avlýst uttan manskappingin

Avgerð er nú tikin um, at fyribils verður allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august

Avgerð er nú tikin um, at fyribils verður allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august.

Støðan vegna koronafarsóttina broytist alla tíðina, og nú hevur Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at allur fótbóltur, udantikið Betri Deildin menn, fyribils verður útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august 2020.

Harafturat er dysturin í Betri Deildini hjá monnum millum AB og Skála, sum skuldi verða Inni í Vika hósdagin 6. august, fluttur til fríggjadagin 7. august klokkan 19:00.

Betri deildin 17. umfar:

Hósdagin 6. august:

B36-TB (18.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-NSÍ (18.00)

Víkingur-HB (19.00) Beinleiðis á FM1

EB/Streymur-KÍ (19.00)

Fríggjadagin 7. august:

AB-Skála (19.00)