Í skrivinum staðfestir KVF leiðslan, at sendingin í fleiri førum ikki er í tráð við fjølmiðlaetisku leiðreglurnar og journalistisku stevnuna hjá KvF.
Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so hevur Kringvarpið skrivað, at sendigin Fótbóltspanelið frá næstsíðsta mánadegi 1. september, sum liggur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, er ein redigerað útgáva av upprunaligu sendingini.
– Orsøkin er, at sendingin fór út um mark av viðgerðini av teknsika leiðaranum hjá Fótbóltssambandinum, sum varð viðgjørdu hendan dagin, skrivaði Kringvarpið, sum skrivaði soleiðis um sendingingina:
Sendingin viðgjørdi nýsetta tekniska leiðaran í FSF, og vertur og viðmerkjarar meta um hansara persón og persónligu eginleikar. Fjølmiðletisku leiðreglurnar avmarka slíka persónliga viðgerð. Mett varð eftirfylgjandi, at farið var út um mark, og tískil er tann parturin kliptur úr sendingini.
Í sendingini varð ikki tosað við viðgjørda persónin ella leiðsluna fyri felagsskapin, har hann starvast. Sendingin livir sostatt ikki upp til kravið í fjølmiðlaetisku leiðreglunum og okkara journalistisku stevnu, sum áleggur okkum at hoyra allar partar.
Seinasta mánadag. 8. september, var Fótbóltspanelið ikki á skránni hjá Kringvarpinum.
Afturat hesum hevur Kringvarpið so eisini send Fótbóltssambandinum eina umbering fyri innihaldið í sendingini »Fótbóltspanelið« 1. september.