Flogbóltssamband Føroya skrivar:
- Nýggjar flogbóltsreglur (CEV/FIVB)
Nú kappingarárið byrjar, skulu vit kunna um nýggju reglurnar, sum framyvir verða galdandi.
Her eru broytingarnar í kappingarreglunum:
Liðið ið servar: kann nú standa frítt hvar sum helst á vøllinum, tá serva verður.
Skerming: Liðið ið servar má ikki lyfta hendur uppum høvd undir servu ella standa saman í einum trunka.
Bólturin uttanfyri antennurnar: Bert fyrsta nerting kann spælast víðari, um bólturin fer úttum antennurnar. Um tað er onnur ella triðja nerting verður bólturin dømdur ”Úti” beinavegin.
Dupult slag: Undir heving er dubult slag nú loyvt, so leingi bólturin verður á egnari síðu. Feilur verður bara dømdir, um nertingarnar eru heilt greitt tvær atsøknir, ella bólturin fer yvirum netið.
Byrjan av serv: Mótstøðuliðið kann frítt flyta seg tá servarin hevur kasta bóltin upp til serv.
Hetta ger spælið skjótari, greiðari og meira spennandi! Skrivar FBF.