FSF hevur í skrivi, sum er sent til øll fótbóltsfeløgini í Føroyum, hótt við leikbanni og burturvísing um spælarar, venjarar og leiðarar ikki vanda sær um málið, tá teir samskifta við ella umvegis almennar miðlar.
Tað verður ikki víst til nakað dømi, so til ber bara at gita um, at talan í stóran mun er um hendingina á Argjum mánakvøldið, tá AB javnaði í yvirtíðini við umtríddum máli, tí mett var at bólturin var ikki innanfyri.
Tann støðan fekk øðini í grindina og nógv varð sagt og skrivað um hendingina. Eisini hava aðrar hendingar verið í hesum kappingarárinum, har venjarar og spælarar hava hvat sítt at sagt. Sum skilst, so er eisini talan um eitt nú dagføringar á Facebook og øðrum sosialum miðlum.
Umstrídda hendingin og reaktiónir frá dystinum kunnu síggjast við at trýsta HER.
Í skrivinum frá FSF stendur:
Seinastu tíðina hava vit verið vitni til fleiri óneyðugar ákoyringar í miðlunum mótvegis dómaranum og øðrum í samband við avgreiðslu av dystum. Hendan støðan er ikki haldbar í longdini, og vilja tí frámæla tílikum atburði.
Við hesum skrivi heita vit á feløgini, um at tosa við leikarar, venjarar, leiðarar og onnur í felagnum, um at vanda sær um orðini, tá samskift verður við ella umvegis almennar miðlar, so sleppast kann undan óhepnum úttalilsum, sum kunnu viðføra leikbann ella burturvísingar.