FSF skrivar:
- Nógvur fótbóltur til tey yngstu verður á skránni í summar.
Umframt fótbóltsskúlarnar, sum 07 Vestur, AB, B68, KÍ og TB fara at skipa fyri, fer Fótbóltssamband Føroya eisini at skipa fyri ymiskum áhugaverdum tiltøkum, ið eru fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U6 til U13.
Fótbóltsdagar á Tórsvølli
Byrjið summarfrítíðina við fótbóltsdøgum á Tórsvølli. Spæligleði og stuttleiki verður í hásæti, tá FSF í døgunum 25. og 26. juni bjóðar til fótbóltsdagar við dygdargóðari venjing, sum landsliðsvenjarar og aðrir dugnaligir FSF venjarar koma at standa fyri.
Fótbóltsdagarnir eru fyri gentur og dreingir í aldursbólkunum U9, U11 og U13. Hvør aldursbólkur hevur venjingar í tveir tímar hvønn dag. Men tað er avmarkað pláss, so tað ræður um at skunda sær at melda til.
Skráin fyri báðar dagarnar
Kl. 9:30 – 11:30 U13
Kl. 11:30 – 13:30 U11
Kl. 13:30 – 15:30 U9
Kostnaðurin fyri fótbóltsdagarnar er 200 krónur. Umframt dygdargóða venjing við royndum venjarum, fáa luttakararnir eisini eina FSF Summarfótbóltur t-troyggju, frukt og okkurt drekkandi.
TILMELDING (Fótbóltsdagar á Tórsvølli)
——————
Fótbóltsstevnur
Summar og stevnur hoyra hvørjum øðrum til, og gjøgnum alt summar bjóðar FSF til fótbóltsstevnur kring landið. Fótbóltsstevnurnar eru fjølbroytt tiltøk, sum flyta seg kring landið og fevna um ymiskar aldursbólkar og útgávur av fótbóltsspælinum.
Tú meldar teg til sum einstaklingur, verður partur av einum blandaðum liði, og so spæla vit fótbólt í ymiskum útgávum. Stutt og greitt, stuttligt og fjølbroytt.
Kostnaðurin fyri hvørja fótbóltsstevnu er 50 krónur, og sum luttakari fært tú eina øðrvísi fótbóltsuppliving, møguleika fyri at møta øðrum spælarum kring landið, umframt frukt og okkurt drekkandi.
Hósdagin 9. juli (Skála)
Kl. 14:00 – 16:00 U9
Hósdagin 16. juli (Runavík)
Kl. 10:00 – 12:00 U11
Kl. 13:00 – 15:00 U13
Mikudagin 22. juli (Trongisvágur)
Kl. 11:30 – 13:00 U9
Kl. 14:00 – 15:30 U11
Kl. 16:00 – 17:30 U13
Fríggjadagin 31. juli (Hoyvík)
Kl. 10:00 – 12:00 U9
Hósdagin 6. august (Klaksvík)
Kl. 10:00 – 12:00 U11
Kl. 13:00 – 15:00 U13
Tilmeldingin til fótbóltsstevnurnar fer fram í nethandilinum á FSF.fo. Tilmeldingin letur upp tvær vikur áðrenn hvørja stevnu. Skrivar FSF.











