Landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan dystinum ímóti Lettlandi. Eftir venjingina hitti FSF Varpið hjálparvenjarin, annan av fysioterapeutunum og Sølva Vatnhamar
Les eisini: Ein broyting á liðnum
Fríggjakvøldið 7. oktober klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Lettland og Føroyar á Skonto Stadion í Riga í Lettlandi. Eitt gott samdøgur áðrenn dystin vandi føroyska landsliðið á leikvøllinum, har dysturin skal spælast.
Eftir venjingina hitti FSF Varpið Jóannes Jakobsen, Álv Hansen og Sølva Vatnhamar. Eisini royna íslendsku meistararnir at órógva, men teir raka ikki serliga væl.
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt til A-landsdystin byrjar klokkan 18. Rás2 byrjar at senda longu klokkan 15 og sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum á Toftum móti Eysturríki.