Hákun West av Teigum og liðfelagarnir eru nú ein dyst frá at vinna meistaraheitið í týsku bundesliguni.i
Í næstseinasta dystinum í bundesliguni hetta kappingaráriðl vann Füchse Berlin á heimavølli greiðan 45-35 sigur á Gummersbach. Í steðginum vóru berlinararnir á odda 22-15.
Hákun, ið hevur longt sáttmálan við Füchse Berlin til 2028 skoraði fimm mál upp á sjey málmøguleikar. Mathias Gidsel var aftur stórskjútti hjá Füchse Berlin í kvøld, hesaferð við 11 málum.
Füchse Berlin er við 56 stigum eitt stig frammanfyri verandi meistararnar, Magdeburg sum hevur 55 stig. Melsungen hevur 53 stig á triðja plássinum.
Í seinasta leikumfarinum komandi sunnudag klokkan 14 spælir Füchse Berlin dyst á útivølli móti Rhein-Neckar Löwen. Somu klokkutíð spælir Magdeburg dyst á útivølli móti Bietigheim-Metterzimmern.