Um vikuskiftið verður Fuglafjørður í fokus.
Her verða mentanardagar við sera fjølbroyttari skrá, sum fevnir um bæði hugsandi og óhugsandi tiltøk.
Sambært skránni byrja dagarnir í morgin, fríggjadagin 6. september og halda fram til og við sunnudagin, 8. september.
Í morgin klokkan 16.30 verður stór karnevalgonga úr skúlanum.
- Næmingar, lærarar, ellisakfør og sløkkilið fara at ganga eftir Mirmansvegi til Gjógvará og oman til setanina á torginum, siga fyrireikararnir í Fuglafirði.
Tað verður Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum fer at seta mentanardagarnar í Fuglafirði, og Fuglafjarðar Hornorkestur fer at seta sín dám á setanarløtuna.
Bæði fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin verður nógv ymiskt á skrá í Fuglafirði.
##med2##
Skráin fyri mentanardagarnar sæst um heimasíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu - www.fuglafjordur.fo og á Facebook-vanganum Mentanardagar í Fuglafirði.
In.fo fer leypandi at venda aftur til ymiskt úr skránni á mentanardøgunum, sum verða í Fuglafirði um vikuskiftið.