Full-ferð-ingar

ÍF-TB 6-0 (2-0):

ÍF rætt og slætt vant burtur úr TB, og undirstrikaðu týðiliga, at teir hava ætlanir um at spæla í bestu deildini komandi kappingarár

 

2. deild


Lagt var upp til tann heilt stóra fótbóltsdystin, tá TB vitjaði í Fuglafirði leygardagin. Á pappírinum kundi verið líkt til, at hesin dysturin væl kundi gerast avgerðandi fyri uppflytingarvónirnar hjá hesum báðum liðunum, og tað var hann sum so eisini.

Í øllum førum staðfesti stórsigurin hjá fulgfirðingum, TB neyvan hevur nakað at siga, tá spurningurin um gull og silvur skal svarast. Meira sannlíkt tykist, at hesin verður svaraður, tá Skála vitjar í Fuglafirði á næst seinasta leikdegi.


Klassamunur

Málini siga ikki altíð so nógv, men leygardagin var stórsigurin ein stór undirstrikan av muninum, sum var millum liðini bæði.

Í fyrra hálvleiki var munurin kanska ikki heilt so stórur, og serstakliga miðskeiðis í hálvleikinum megnaðu tvørámenninir at leggja eitt ávíst trýst á vertirnar, tá teir fleiri ferðir spældu seg ígjøgnum í borðunum.

Í seinna hálvleiki gjørdist munurin tó alt sjónligari. Fuglfirðingar tóktist vera nógv betri fyri kropsliga. Teir settu meira ferð á spælið, og gestirnir fingu als ikki fylgt við í hesum.

Dysturin varð í roynd og veru avgjørdur, tá Jan Jørgensen tiðliga í seinna hálvleiki varð leiktur leysur, og tá tvørámenn seinni fingu leikara riknan av vølli fyri tvær ferðir upp í slag at vera ov seinu við taklingunum, gjørdist tað heilt vónleyst.

Fuglfirðingar settu nú ferðina nakað niður, men hóast hetta, og hóast teir spardu allar skiftisleikararnar til næst besta liðið, so megnaðu teir kortini at seta trumf á við trimum málum afturat, harav serliga tey bæði seinastu vóru ein fragd fyri eyga.

Heini Heinason var maðurin aftan fyri 5-0 málið. Eftir at Rógvi Róin stakk inn um verjuna, drógv Heini fyrst framvið einum verjuleikara og málverjanum, áðrenn hann úr spískum snýttti seinasta verjuleikaran við at rulla beinleiðis í málið, heldur enn at rulla tvørturum.

Bárður á Lakjuni fekk seinasta orðið, tá hann tærr inni undir málinum sera hegnisliga nýtti hælin at stýra bóltinum inn um púra sakarleysa TB-málverjan.


Vónirnar

Sums sagt, so var talan um klassamun, og eftir dygga ósigurin stendur helst greitt, at tað heldur ikki verður í ár, at tvørámenn skulu gera sær vónir um uppflytan.

Í løtuni hevur liðið heldur ikki tær dygdirnar, sum skulu til fyri at standa seg í deildini. Heldur ikki hóast teir nú hava styrkt um liðið við at fáa Sasja Radosavljevic við aftur. At kalla allan dystin var hann hildin sera væl av Torstein Joensen, og seinastu løtuna mátti TB so spæla uttan jugoslavan, sum noyddist skaddur av vøllinum.

Fuglfirðingar tykjast hinvegin hava sett beina kós móti gullmerkjunum, sum eisini geva beinleiðis atgongd til bestu deildina. Byrjanin upp á árið var heldur trilvandi, men seinastu dystirnar hevur kósin verið bein, og hóast teir enn eru á øðrum plássinum á stigatalvuni, so kunnu teir sjálvir gera av, hvør lagna teirra verður.


ÍF-TB 6-0 (2-0)

1-0: Eyðolv Petersen

2-0: Torstein Joensen

3-0: Jan Jørgensen

4-0: Jan Jørgensen

5-0: Heini Heinason

6-0: Bárður á Lakjuni