Fult Vodafone-umfar í kvøld

Stóri spurningurin er, um formsterka NSÍ-liðið skal megna at taka áttanda sigurin á rað, nú tað kemur á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði. Hjá Víkingi hava bæði Atli Gregersen og venjarin, Jógvan Martin Olsen, karantenu í kvøld.

 

Eisini verður áhugavert at síggja, um B36 aftur fær gongd á, nú mótstøðuliðið á heimavølli er B71, ið hevur vunnið síðstu tveir dystirnar. Og somuleiðis er spenningur undan grannauppgerðini á Argjum, har AB í botninum tekur ímóti oddaliðnum, HB.

 

Ein onnur uppgerð í Eysturoynni er dysturin millum ÍF og B68, sum kann geva ÍF nýtt flog ella kann lyfta B68 longur upp á stigatalvuni. Og í fimta dystinum er formsterka EB/Streymur á vitjan í Vági hjá FC Suðuroy, ið er allarniðast á stigtalvuni.

 

Dystirnir í kvøld:

AB-HB á Argjum (kl. 18.00)

Víkingur-NSÍ í Norðragøtu (kl. 18.00)

B36-B71 í Havn (kl. 18.30)

ÍF-B68 í Fuglafirði (kl. 18.30)

FC Suðuroy-EB/Streymur í Vági (kl. 19.00)