Snorri Brend
Hesar komandi dagarnar skulu vísindafólk fyri hvalaveiðutjóðirnar í Norðuratlantshavninum leggja fram hagtøl, stovnsmetingar og annað.
Fundurin í gjár byrjaði við at vísindafólkini gingu ígjøgnum ársfrágreiðingina um støðuna hjá millum annað kópi og hvali í Norðurhøvum.
Á fundinum eru tey tíggju fólkini í vísindanevndini, har millum annað lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen úr Føroya Náttúrugrípasavni situr. Í ár eru somuleiðis tveir eygleiðarar við – annar úr Russlandi, hin úr Japan.
Tað, sum kemur burturúr arbeiðsdøgunum í Gjógv hesa vikuna, skal ætlandi setast í eina frágreiðing,. Henda verður síðani løgd fram á ársfundinum hjá NAMMCO, sum verður í Oslo frá 12. til 15. september.
Hóast nógv er á skránni á fundinum, er eingin ivi um, at fundurin hevði verið lagdur niður, um boðað varð frá grindadrápi onkustaðni.