Á fundi við serfrøðingar um fullveldismálið

Umboð fyri føroysku flokkarnar vóru í gjár á fundi við fýra høgt mettar, útlendskar stjórnmálafrøðingar um ríkisrættarligu støðu Føroya

John Johannessen


Føroyskir politikarar úr bæði samgongu og andstøðu viðgjørdu í gjár ríkisrættarligu støðu Føroya fyri stongdum durðum saman við fýra høgt mettum útlendskum stjórnmálafrøðingum.

Teir fýra serfrøðingarnir eru komnir til Føroya í sambandi við eina ráðstevnu um ymsar stýrisskipanir, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum í dag.

Ráðstevnan verður hildin í sambandi við umfatandi politisku umrøðuna av, hvussu framtíðar ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum skal vera. Og í tí sambandi hildu fyrireikararnir tað vera hóskandi, at føroyskir politikarar sluppu at viðgera ríkisrættarligu støðuna í afturlætnum forum saman við serfrøðingunum.

Bogi Eliasen, sum er ein av stigtakarunum til ráðstevnuna, sigur, at talan er um eina fakliga ráðstevnu, sum skal lýsa møguleikarnar bæði sambandsvegin og loysingarvegin.

Teir fýra stjórnmálafrøðingarnir eru úr Danmark, Skotlandi, Onglandi og USA. Teir eru allir kend nøvn í stjórnmálafrøðini.