Tað hevur skakað fólk í El Salvador, at løgreglan nú hevur funnið í minsta lagi 14 lík í garðinum hjá einum fyrrverandi løgreglumanni.
Hugo Ernesto Osorio Chavez, sum maðurin kallast, varð handtikin hin 8. mai eftir tippum frá grannum. Grannarnir høvdu illgruna um, at hann hevði gjørt av við eina kvinnu og dóttir hennara.
Tá løgreglan gjørdi húsarannsókn hjá fyrrverandi løgreglumanninum, funnu tey leivdir av fleiri líkum í garði hansara.
Sambært løgmálaráðharranum í El Salvador, Gustavo Villatoro, verður dna nú tikið av fólki, sum eru í ætt við tey, sum hava verið saknað og ongantíð komu afturíaftur í økinum.
Vónin er, at mál, har fólk hvurvu og ongantíð komu afturíaftur, kunnu uppklárast. Løgreglan leitar nú eisini eftir fólkum, sum hava tilknýti til fyrrverandi løgreglumannin.
Tíðindastovan NTB skrivar, at Í El Salvador búgva 6,5 miljónir fólk, og bara í fjør vórðu 1.322 skrásett dráp í landinum.
##med2##