Funnu 9 milliónir amfetamin-tablettir í frukt

Sonevndu »jihad-tablettirnar« vóru funnar í Beirut

(Mynd: Anwar Amro/Ritzau Scanpix)

Tollarar funnu í vikuni yvir 9 milliónir amfetamin-tablettir í havnini í Beirut.

 

Ritzau skrivar, at tablettirnar vóru fjaldar í frukt, sum skuldi sendast úr Beirut til Kuwait. Eitt nú vóru tablettir í smáum posum fjaldar í følskum appilsinum.

 

Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at stórar mongdir av hesum tablettum verða funnar. Beint fyri jól funnu tollarar í Dubai eina sending við 1,2 milliónum tablettum. Ta ferðina vóru tablettirnar fjaldar í følskum sitrónum, sum lógu í kassum við vanligum sitrónum.

 

Upprunaliga eru hesar amfetamin-tablettir, sum ganga undir navinum Captagon, framleiddar til medisinska nýtslu. Í Italia verða tablettirnar eyknevndar »jihad-tablettir«, tí hermann hjá Islamiskum Stati hava brúkt tær undir bardøgum.

 

Í fjørsummar løgdu italskir myndugleikar hendur á 84 milliónir tablettir av hesum slagi. Ta ferðina varð sagt, at tablettirnar vóru verdar umleið 7,5 milliardir krónur. Italskir myndugleikar søgdu tá, at Islamiskur Statur selur og smuglar hesar tablettir fyri at fíggja sítt virksemi. IS hevur seinnu árini verið roknað sum heimsins størsti framleiðari av amfetamini, skrivar Ritzau.

 

(Mynd: Anwar Amro/Ritzau Scanpix)