Funnu trítabellina aftur

Ragnar Tausen var fýra faldur málskjútti, tá ið TB í dag vann 5-0 á heiamvølli ímóti AB

Tvøramenn tóku aftur í dag risa fet ímóti bestu fótbóltsdeildini. Inntil mikukvøldið helt aldursforsetin seg til trítabellina. Hvørja ferð vórðu trý stig sett á kontuna. Soleiðis var tað ikki mikukvøldið, tá ið tað var í evstu løtu, at tað á heimavøllinum við Stórá eydnaðist at javna til 2-2 ímóti grannunum í FC Suðuroy.

Í dag átti TB aftur heimavøll, og nú varð trítabellin aftur á skránni. Sigurin á teimum næstbestu hjá AB var sera sannførandi. TB vann 5-0 eftir 3-0 hálvleiksleiðslu. Fýra faldur málskjútti var Ragnar Tausen. Hann setti hol á longu í 3. minutti, og so skoraði hann aftur í 43., 55. og 80. minutti. Rógvi Joensen skoraði til 2-0 í 22. minutti.

Eisini í Gundadali var málveitsla, tá ið B36 hevði vitjan av Víkingi. Úrslitið var 3-3. Hálvleiksstøðan var 2-2, og Víkingur javnaði til 3-3 í síðsta minutti.