Fýra dystir vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag. Talan er um 20. umfar.
Klokkan 15 eru dystirnir hesir: KÍ-HB við Djúpumýru í Klaksvík, B36-B68 á ovara vølli í Gundadali í Havn, og NSÍ-FC Suðuroy við Løkin í Runavík.
Klokkan 17.15 byrjar dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og EB/Streym.
Hjá altjóða veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á hesar fýra dystirnar eru heimaliðini øll greiðir favorittar. Tað er serliga NSÍ, ið hevur eina stóra favorittstøðu í heimadystinum móti FC Suðuroy.
KÍ hevur minstu favorittstøðuna, men eru framvegis greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin móti HB.
HER eru miðaloddsini upp á teir fýra dystirnar:
##med2##