Fylgisveinamyndir frá Maxar Technologies vísa tað, sum líkist nýggjum hópgrøvum nærindis Mariupol. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Fylgisveinamyndir vísa hópgravir í Mariupol

Fylgisveinamyndir benda á nýggjar hópgravir í Mariupol í Ukraina, haðani svilfólk kanska verða flutt burtur í dag.

 

Fylgisveinamyndir frá Maxar Technologies vísa tað, sum líkist nýggjum hópgrøvum nærindis Mariupol. - Foto: -/Ritzau Scanpix

Fylgisveinamyndir benda á, at tað verða grivnar nýggjar hópgravir í landsynningsbýnum Mariupol í Ukraina, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, í gjár segði var »fríaður«.

Men kanska kunnu fleiri sivil fólk sleppa úr býnum í dag.

Her er eitt yvirlit:

* Fylgisveinamyndir benda á nýggjar hópgravir í Mariupol.

Fylgisveinamyndir frá felagnum Maxar Technologies vísa fleiri langar veitir í ukrainska býnum Mariupol, sum annaðhvørt longu eru í brúki ella sum eftir øllum at døma verða brúktar sum gravir. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

* Humaniterar leiðir úr Mariupol er ein møguleiki í dag.

Ukrainski varaforsætisráðfrúan Iryna Veresjtjuk segði seint í gjárkvøldið, at tað er »ein møguleiki fyri«, at tað kunnu latast upp nýggjar humaniterar leiðir úr býnum Mariupol í dag. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

* Forsætisráðharri væntar skjótan sigur.

Stríðið ímóti russisku deildunum fær skjótt ein einda, og Ukraina kann standa sum vinnari av krígnum. Tað heldur forsætisráðharrin í Ukraina, Denys Sjmyhal, í eini samrøðu við amerikanska miðilin CNN.

* Moldova sendir boð eftir russiska sendiharranum.

Moldova hevur sent boð eftir russiska sendiharranum til samrøðu. Tað verður gjørt, eftir at ein russiskur kommandørur fyrr í gjár segði, at tað var týdningarmikið, at Russland fekk eftirlit við øllum suður og landssynnings Ukraina, so gerast kundi ein landbrúgv til útbrótaraøkið Transnistria í Moldova.

Uttanríkisráðharrin hjá Moldova er ógvuliga stúrin um útsøgnina, skkrivar tíðindastovan AFP.

* Eysturríki stuðlar ikki innflutningsbanni fyri russiskt gass.

Eysturríki stuðlar næstan øll revsitiltøk, sum eru sett í verk ímóti Russlandi í sambandi við kríggið. Tað er bara ikki galdandi, um tað verður sett eitt innflutningsbann á russiskt gass, sigur landsins fíggjarmálaráðharri, Magnus Brunner, við CNN. 

– Tá eitt revsitiltak rakar teg sjálvan, meira enn tað rakar tann, sum revsitiltakið er ætlað at raka, so haldi eg ikki, at tað ger nakra nyttur, sigur hann.

/ritzau/

 

Fylgisveinamyndir frá Maxar Technologies vísa tað, sum líkist nýggjum hópgrøvum nærindis Mariupol. - Foto: -/Ritzau Scanpix