»Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg.« (Gal. 4,4)
Adventstíðin er komin væl áleiðis, og vit fara nú í jólafrí. Sunnudagurin var hin fjóðri í røðini, og jólini koma sum eitt vikuskifti. Sum altíð fevnir jólafrítíðin um ársskiftið. Eitt gamalt ár fer, og í durunum stendur eitt nýtt. 20 øldin er næstan runnin, og við spenningi verður hugt inn í 21. øld.
Vit fara í jólafríð í 2. ártúsundi, og tá vit eftir nýggjár aftur fara til verka, ja, tá er triðja ártúsund byrjað.
Nógv er gjørt burturúr hesum árskiftinum, og fólk hava fyrireikað seg væl. Ymiskar hugsjónir, krøv og áhugi. Tað er nakað serstakt at uppliva eitt túsundáraskifti, og eyðvitað er, at fá ættarlið fáa hendan møguleikan.
Hjá teim flestu er tað so, at árskiftið kemur at líkjast undanfarnu. Nýggjársveitslan verður kanska nakað størri og dýrari, - men eisini hesa gleði lekir tíðin. Tá vit 3. januar koma aftur í skúla, fer ivaleyst alt at líkjast sær sjálvum. Tímarnir í støddfrøði og latínskum máli telja við sama lag 45 min. Og tíðin fer at ganga líkaso skjótt ella seint, alt eftir hvussu væl vit eru uppløgd. Lærugreinarnar líkjast sær sjálvum, og vit hava torført við at fáa eyga á nakra broyting. Sjálvandi, um nú teldurnar brenna saman, ja so verða vit eftir eini løtu sett um ikki túsund ár so eina øld aftur í tíðina.
Í hesum áhugaverda ársskiftinum kundu vit hugleitt eitt sindur um, hvat tíðin í roynd og veru er. Bæði heimsspekingar, guðfrøðingar, rithøvundar og so mong onnur hava grundað yvir hendan spurning: Hvat er tíðin og hvussu sær hon út.
Á hesum sinni valdi eg at fara fram við gørðunum og nevna Barnabókaklubban hjá Føroya Lærarafelag. Í 1987 kom út bókin við einum nútíðarævintýri: »Hvar man tíðin búgva«. Tað er Bjørg Matras Jensen, ið føroyskar úr týskum máli: »Who die Zeit wohnt«.
Bókin er um lítlu Karin, ið setti fær fyri at finna útav, hvar tíðin býr. Hon gjørdi ta sannroynd, at hvørki foreldur ella systkin høvdu stundir at fáast við hana. Tað gjørdi ikki støðuna betri, tá mamman eyknevndi tíðina »eitt skrímsl«, ið ikki kann teknast ella festast á blað.
»Karin fór gjøgnum køkin út í gangin. Eingin sá hana. Hon lat seg í og fór út. Tann stóra lýsandi klokkan í torninum var tíggju minuttir í hálvgum seks. »Har man tíðin búgva«, teskaði Karin og gjørdi av at fara at leita.
Karin gekk yvir til tornið og tók varisliga í hurðina. Fjáltur var á henni, men hon mentist spakuliga og vandist við tað óunniliga myrkrið. Her í hesum torni búði tíðin, sum var eitt skrímsl. Okkurt ljóð hoyrdist, og hon hvakk við. Og mitt í øllum slerdi okkum hálvgum seks. Tornið skalv, tá hitt stóra urverkið fór at sláa.
Uppi á einum svala oman fyri klokkuverkið, sást ein lítil, fittur, gamal maður. Hin gamli maðurin fór oman trappurnar, og Karin dittaði sær at spyrja:
»Býr tíðin her hjá tær gamli maður? Ansar tú eftir henni? Tú ert ikki fittur við menniskjuni, gamli maður. Tú gevur teimum ov lítla tíð, so tey hava ikki tíð at fáast við børnini. Børnini eru so einsamøll, og alt er so dapurt..«
Karin greiddi nú hinum gamla manninum frá, at hon var troytt av at hoyra svarið: »Eg havi ikki tíð«. Tá eingin hevði tíð at fáast við hana, var hon farin at leita eftir tíðini. Beiggin hevði sagt henni at tíðini búði í urinum hjá pápanum. Tað tók hon sundur, men fann ikki tíðina. Dagin eftir tók hon hina stóru stovuklokkuna við geykinum sundur, men heldur ikki har var tíðin. Og nú loksins var hon komin inn í tað stóra tornið, og hesaferð væntaði hon, at tað fór at heppnast.
Í øllum prátinum spurdi Karin so í hissini: »Hvat ger tíðin allan dagin, gamli maður?« »Tíðin má allan dagin syrgja fyri, at hjólini í øllum klokkunum mala«, flenti tann lítli, gamli maðurin, »at tey snara og renna, so menniskjuni eisini snara og renna«.
Eftir drúgt prát aftur og fram skylti Karin, at tíðin sum so ongastaðni búði. Hon skilti eisini, at tað bar til at nýta tíðina og skapa nakað virðismikið og leggja verk úr hondum.
Hin gamli maðurin og Karin settu seg á ein kubba, og gjøgnum eitt lítið vindeyga sá Karin allan býin. »Alt ber til. Hygg, alt hatta hava menniskjuni gjørt; tey bygdu hús, bygdu gøtur og allan býin, tey funnu uppá ljós, bilar skip - alt. Tíð skuldi til. Tey nýttu tíðina, tíðin hjálpir menniskjum, hóast hon ofta er gírig.
Fara vit nú frá barnasøguni inn í kristna prædikuheimin, kunnu vit byrja við byrjanini. Hin fjórða dagin í skapan heimsins setti Gud hini stóru ljósini á himmalhválvið. Sólin ber ljósan dag, og mánin lýsir upp á myrkari nátt. Hesi bæði ljósini áseta hátíðir, dagar og ár.
Mong støð í skriftini vísa á, at tíðin alt frá upphavi hevur havt eina guðgivna ætlan. Sum so er tíðin eitt flótandi hugtak, - hon er ein karmur, ið fevnir um eitt innihald. Tíðin er sum so ikki mál í sjálvum sær, men er eitt tól, ið skipar skiftið vøku og søvn, arbeiði og hvíld.
Tíðin er karmur um Guds egnu opinbering av sær sjálvum. Hin ævigi Gud, ið sjálvur er uttan fyri tíðina, sum verður ásett og skipað av sól og mána, kemur til jarðar í fylling tíðarinnar.
Áhugavert er at síggja, at Gud, ið er ævigur frá upphavi og hvørs ár ongan enda fáa, kemur til jarðar. Gud kom við føðing sonar síns inn í ta jarðisku tíðina og gjørdist sum ein av okkum. Tann ljósskipan, sum í fleiri hundrað ár hevði stýrt skiftinum millum ljós og myrkur, kom í fylling tíðarinnar at áseta arbeiðskrá og verkætlan frelsarans.
Fylling tíðarinnar er føðing Jesu Krist, tá Guð gav heiminum einborna son sín sum frelsara. Guð fór nú til verka á annan hátt, og hann metti tíðina fullbornað. »Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin, sum hann setti til arvinga til allar lutir, og sum hann eisini hevur gjørt heimin við«. (Hebr. 1,1-2)
Tíðin sum innihald eitur Jesus Kristus. Hann er sjálv tíðin, lívsins sanna høga innihald. Frá upphavi var hann í faðirsins dýrd, og ríki hansara er um ævir grundfest. Einastaðni ímillum upphav heimsins og endaleysa ævinleikan búleikast menniskjan á jørðini. Meðan vit eru uppi á døgum telja sólin og mánin várar dagar.
Inn í ta jarðisku tíðina føddi ein ung jødisk kvinna Guðs einborna son. Føðing frelsarans er fylling tíðarinnar. Jesus Kristus sum tíðarinnar fullborni sonur gevur ævigt lív til teirra, ið ákalla navn hansara. Tað er staðfest nú í 2000 ár, og vit kenna í trúnni hitt æviga lívið í Jesusi Kristi.
Tá tosað verður um ævigt lív, fata vit oftast hugtakið sum eitt tíðarskeið, ið ongantíð endar. Tað æviga lívið varir um ævir, - tað hevur altíð verið, er og verður.
Við hesum nema vit ein annan sannleika. Tað æviga lívið er meira enn eitt óendaligt tíðarskeið. Tað æviga lívið er eitt innihald, og innihaldið er kunnleikin um Guð og sonin Jesus. Tað er júst innihaldið, ið ger taluna um tað æviga lívið ríka og dýrabæra.
Soleiðis sæð varpar hitt æviga lívið eina vónríka glamu inn yvir jørðina. Vit hava fingið eina vón, og hendan vónin er lívgevandi og stimbrandi. Vit fáa í trúnni á Kristus mót uppá lívið, verða uggaði í deyðans tíma. Vit syrgja ikki eins og í vónloysi, men eiga friðin, ið er størri enn bæði lív og deyði.
Daprari er myndin av lívinum uttan Kristus. Í Jólaboð 1946 lesa vit áhugaverda grein undir heitinum »heiðin og kristin jól«. Har sigur ein írskur víkingur um mannalívið: »Her sita vit í høllini við langeldin og tey vælbúnu borðini. Inn gjøgnum gluggan í øðrum hallargavlinum flýgur ein lítil fuglur og útaftur ígjøgnum hin. Meðan hann flýgur ígjøgnum høllina hevur hann ljósið og hitan, men hann kemur frá myrkrinum, og hann fer aftur í myrkrið og kuldan. So er lív manna«.
Kristnin syngur saman við Pæturi lovsangin, at vit vegna uppreisn Jesu Krist eru endurfødd til eina livandi vón. Vit eiga friðin í ævigum lívi. Og í hesum friði ynskja vit hvørjum øðrum: Gleðilig jól!