Iran ávarar USA

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði um dagarnar á Truth Sosial, at "Iran hyggur móti frælsi, kanska sum ongantíð áður. USA er til reiðar at hjálpa..."

Iran ávarar nú USA ímóti at blanda seg upp í støðuna í landinum. Sambært útlendskum miðlum eru fleiri 100 hundrað mótmælisfólk dripin, síðan fólk fóru út í gøturnar í Iran at mótmæla.

 

Seinastu 14 dagarnar hava mótmælistiltøk verið í høvuðsstaði landsins, Teheran og í fleiri øðrum býum kring um í landinum, og fólk mótmæla bæði landsins leiðslu og búskaparligu støðuni í landinum.

 

- Eitt og hvørt álop úr USA fer at føra til, at Teheran leypir á Ísrael og amerikanskar herstøðir í økinum, segði leiðarin fyri iranska tjóðartingið, Mohammad Baqer Qalibaf, í iranska tjóðartinginum í dag.

 

Ávaringin úr Iran kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at USA "er til reiðar at hjálpa" í Iran. Forsetin skrivaði á Truth Sosial, at "Iran hyggur móti frælsi, kanska sum ongantíð áður. USA er til reiðar at hjálpa..."

 

Løgregluleiðarin í Iran sigur við iranskar ríkismiðlar, at stríðið móti mótmælisfólkunum er hert, og at nógv mótmælisfólk eru handtikin. Sambært CNN eru fleiri enn 2600 fólk handtikin.

 

Ein iranskur lækni í býnum, Neyshabur, sum liggur í landnyrðingspartinum av landinum, sigur við CNN, at støðan á sjúkrahúsunum er ógvuliga "kaotisk". 

 

- Sjúklingarnir eru ræðsluslignir fyri at lata seg innleggja, tí teir stúra fyri at verða eyðmerktir. Vit royna tískil at viðgera fólk á privatum sjúkrastovum, sigur læknin.