Shkupi kom á sigurskósina aftur

Liðið hjá Jóan Símun Edmundssyni er seks stig frá oddinum

Farna mikudag skoraði Jóan Símun Edmundsson hattrick fyri Shkupi í 8-0 sigrinum á Xhepcishti í norðurmakedonsku steypakappingini.

 

Men tað fekk Jóan Símun tíverri ikki løn fyri í dag, tá Shkupi spældi dyst móti Struga á útivølli í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini. Jóan Símun slapp ikki á vøllin fyrrenn í 83. minutti. Tá Jóan Símun kom á vøllin var Shkupi á odda 2-0. Við einum sjálvmáli og tveimum málum hjá Fabrice Tamba vann Shkupi 3-0 á Struga.

 

Shkupi er nummar seks í deildini við átta stigum fyri seks dystir. Shkupi hevur seks stig upp til oddaliðið, Shkendija sum hevur 14 stig. 

 

Komandi mikudag klokkan 14 spælir Shkupi heimadyst í bestu deildini móti Besa 1976.